Á Ólavsøku heldur Ævintýraferðin tað seinastu konsertina nakrantíð. Teir báðir Dánjal á Neystabø og Búi Dam takka fyri seg við nøkrum konsertum á Tjóðpallinum og við einari fløgu, sum ber heitið Tað mesta av tí besta.
Teir báðir fara í morgin klokkan 11.00 at hava eina framførslu í morgunsendingini hjá Rás2, har teir fara at spæla tey kendastu løgini hjá Ævintýraferðini.
Tónleikurin á fløguni er tónleikur, sum teir hava givið út seinastu átta árini. Tað er í samband við hesa fløguútgávu, at teir bjóða til nakrar seinastu konsertir í Tjóðpallinum.