Ævintýrið um Christian í Grótinum

Nú um dagarnar frættist, at nótaskipið Christian í Grótinum er um at verða selt av landinum. Hetta skip eigur eina søgu, sum er verd at verða skrivað, nú hon er við at enda

Tað var vist í 1974, at Gøtu Samvinnufelag bílegði eitt nótaskip á Skála Skipasmiðju, eftir at tað hevði gingist væl við Jupiter, sum var bygt har nøkur ár fyrr. Tá vóru útlitini so vánalig fyri nótaskipini við ásettu veiðuavmarkingunum, at felagið í Gøtu slepti sáttmálanum. Hann var síðani yvirtikin av Palla Rasmussen, pápa Kristian Martin í Klaksvík.

Hetta var, óneyðugt at siga, eitt djarvt stig, men eftirtíðin hevur víst, at tað var rætt. Tað hevur tó gingið upp og niður hjá tí skipinum. Veiðumøguleikrnir fækkaðust eitt tíðarskeið, og teir royndu fleiri nýggjar leiðir, sum ikki gingu so væl. Teir fóru eisini á húsagang, men fingu skipið og áræðið aftur.

Seinni fóru menn at útvega sær størri skip til nóta- og eisini trolveiðu. Fyrsta stig í so máta var Gullfinnur í 1980 hjá Regin á Rógvi. Gullfinnur var størri og nógv dýrari enn vanligu nótaskipini. Men hann gav nógv størri møguleikar, eisini tí teir lastaðu meira.

Sáttmálin var tá 26,5% til manningina. Men teir, sum stóðu aftan fyri Gullfinn vístu á, at skuldi skipið hava nakran møguleika at bera seg, mátti nevndi prosenpartur skerjast. Hinvegin vildu veiðu- og harvið inntøkumøguleikarnir hjá manningini gerast munandi størri enn prosentniðurskurðurin kostaði. Manningin kundi eisini vera minni. Harvið fór meira at koma burturúr til fiskimenn.

Hetta endaði so við sáttmála um 20% til manningina. Gullfinnur fiskaði væl. Manningin hevði góða inntøku, meira enn við vanligum nótaskipum. Men hóast niðurskurðin í prosentunum bar Gullfnnur seg ikki, og hann fór av landinum aftur.

Tá er tað, at Tróndur í Gøtu verður bygdur, og hann kemur undir sama sáttmála. Tað er rættuliga skjótt, at teir mundu fingið somu lagnu sum Gullfinnur. Skipið bar seg ikki, og kundi tað lættliga eins og Gullfinnur farið av landinum.

 

Við Carlton reseptini hevði søgan steðgað her

Tá hendir tað, at manningin, sum fyri ein stóran part var partaeigarar, uttan um manningarfeløgini gera avtalu við reiðaríið um 16% í manningarpart í staðin fyri tey 20%. Tað er greitt, at hetta var ikki eftir bókini. Men hevði Carlton receptin verið brúkt her, hevði hendan søgan heldur ikki verið longri.

Men Føroya Fiskimannafelag tók tá hesa støðu hjá manningini til eftirtektar og broytti sáttmálan samsvarandi til 16%.

Seinni gekk so mikið væl, at hetta tal fekst upp á 17,5%, og varð niðurskurðurin harvið minkaður við nærum eini helvt.

Sigast kann at henda tilgongd bjargaði Tróndi í Gøtu, og gjørdist hetta grundarlagið fyri tí nótaflota, sum í dag er í Gøtu og aðrastaðni við.

 

Kristian Martin fekk mót

Hetta gav so eisini Kristian Martin Rasmussen mót til at fara í holt við eitt líknandi skip. Hann bíleggur í Chile ein nýggjan Christian í Grótinum fyri tann gamla. Alt var framvegis so óvist, at teir í Grótinum bóðu um at fáa somu sømdir sum Tróndur í Gøtu hevði havt, nevniliga at sigla fimm ár fyri 16% fyri síðan at fara upp á 17,5%. Hetta játtaðu mannningarfeløgini, tó við tí ískoyti, at henda skipan skuldi bert galda, til teir høvdu fiskað fyri 150 mill, sum eftir tátíðar meting vildi tikið 5 ár. Tað gekk kortini so mikið væl, at teir náddu hetta eftir bert trimum árum. Hetta merkir, at manningin á Christian í Grótinum ongantíð hevur havt nakran niðurskurð í prosentum. Teir hava bert upplivað hækking.

Tað kom at ganga strálandi. Manningin hevði stóra inntøku, og reiðaríið stóran vinning.

Henda góða gongdin hjá reiðarínum førdi so til, at teir keyptu nótaskipið Norðborg hjá p/f Hvalnes. Hetta gekk aftur so væl, at teir fingu sær aðru Norðborg, sum teir hava enn. Hetta er var ein nýhugsan, tí veiðan kundi virkast umborð. Hetta gav eisini fleiri arbeiðspláss til fiskimenn. Hetta gekk aftur so væl, at nú er ein triðja Norðborg í bygging, og hon fer at gera møguleikarnar og arbeiðs- og liviumstøðurnar hjá fiskimonnum enn betri.

 

Menn ið byggja land

Manningin á Christian í Grótinum hevur tískil, sum rímiligt er, verið fegin um, at hetta hevur kunnað latið seg gera. Teir hava eisini víst takksemi móti teimum, sum hava gjørt hetta møguligt, ikki minst sínum egna felag. Menn hava eisini trivist við. Fleiri ættarlið av fiskimonnum hava verið við, og vælvildin er fylgd við frá eldra til yngra ættarliðið. Øvundsjúka um, at tað hevur gingið reiðarínum væl, er ikki komin til hugs.

Hesir fiskimenn kunnu eisini vera tilfriðs. Teir fingu í 1988 eitt tað besta arbeiðsplássið á sjónum hjá einum tí besta reiðarínim í landinum. Inntøkurnar hava verið skiftandi, men yvirhøvur góðar, nógv betri enn hjá øðrum bólkum av fiskimonnum. Í 2006 fingu teir pr. dag í sjónum kr. 4.700. Hetta svararar til fimm vanligar daglønir hjá arbeiðara av landi.

Afturat hesum fingu teir í 1988 við Fiskimannafelagnum í eini lyklarollu ein skattalætta, sum hevur givið okkurt tal oman fyri kr. 30.000 pr. ár. Fyri øll árini hjá Christian í Grótinum gevur hetta omanfyri kr. 300.000 í tøkum peningini.

Hetta eru upphæddir sum ”vanlig” fólk ikki so mikið tora at hugsa um. Tað var spell, at ævintýrið við Christian í Grótinum ikki skuldi vara meira enn góð 10 ár. Men manningin kann so fegnast um, at tann tíðin, sum hevur verið góð, hevur so ikki verið ring, sum tað plagar at verða sagt.

Reiðaríið fer neyvan at sleppa endanum, og tað fer helst at finna aðrar møguleikar. Boð skal nokk eisini vera eftir fiskimonnunum umborð. Slíkar garpar við einum so positivum hugburði skal nokk onkur fáa brúk fyri.