Ævintýrini hjá Dánjali

Tónleikurin hevur leitt Dánjal á Neystabø gjøgnum nógv ævintýr kring heimin og givið honum eitt ótal av upplivingum. Frá at vera í klørnum hjá FBI í USA, til at vera partur av hollendskum poppbólki, sum varð spældur á russiska MTV og at liva sum landastrok í Hollandi saman við fýra bulgarum, ið hann steikti eina rottu saman við

Einferð var tað ein drongur, sum saman við vinmonnum sínum hevði gjørt bólkin Snarljós. Tíggju ára gamlir spældu teir í B36-húsinum í Gundadali í Havn. Trý løg vóru á skránni. »I Just Called To Say I Love You« hjá Stevie Wonder, »Winds of Change« hjá Scorpions og »Á Gud, tað er hart at spæla fótbólt« hjá Black Birds. Teir, sum mannaðu Snarljós vóru Hallur Johannesen, Halgir Arge, Bjarni Skaalum, Bárður Olsen og Dánjal.

Sum við so mongum øðrum ævintýrum byrjaði tað í smáum. Men tað gingu ikki nógv ár, so var B36-húsið og Snarljós skift út við bólkin Hanky Stuff og tónleikakapping í Danmark.

– Vit spældu til DM í Rock og komu í 1/8-partsfinalurnar. Tá vit spældu brendi anleggið saman og soleiðis ruku vit úr kappingini. Vit fingu at vita, at vit kundu koma aftur og spæla seinni, men kappingin koyrdi víðari og vit vóru úti, greiðir Dánjal á Neystabø frá, sum tá var 16 ára gamal.


Søgusigarin

Í dag er Dánjal 31 ára gamal. Síðani hann og vinmenninir í Hanky Stuff – og ikki Hunky Staff, sum fyrireikararnir av DM í Rock av misgávum kallaðu teir – hevur tónleikurin hálað Dánjal kring knøtttin. Tónleikurin hevur givið honum upplivingar og leitt hann gjøgnum mong ævintýr.

Hetta fortaldi Dánjal mær eftir eina konsert í í Keypmannahavn í november. Tað var í samband við eitt mentanartiltak, at Dánjal á Neystabø spældi á Hovedbiblioteket inni í býnum. Millum sangirnar fortaldi hann eina rúgvu og hevði fleiri viðmerkingar til pallborðsfundin, sum hevði verið áðrenn konsertina. Dánjal hevði nógv upp á hjarta, tað var eyðsæð. Tí fór eg til hann eftir konsertina og spurdi, hví vit ikki høvdu hoyrt meira um hann sum persón í almenna rúminum.

Frágreiðingin var rímiliga lang og torgreið. Stutta svarið var, at Dánjal metti, at hann dugir ov illa at marknaðarføra seg sjálvan. Helst er tað nakað um tað. Hinvegin dugir hann sum fáur at siga søgur, og søgan um ævintýrini hjá Dánjali byrjar her.


FBI handtók Dánjal

Dánjal var á tónleikaskúla í Seattle í USA í átta mánaðir, eftir at hann meiri ella minni varð tveittur úr 10. flokki. Har fekk Dánjal eyguni upp fyri jazztónleikinum, sum síðani hevur fylgt honum.

Tað var eisini í Seattle, at Dánjal rendi seg inn í løgregluna, sum hevði illgruna um, at 16 ára gamli Dánjal á Neystabø, var ein rúsevnissmuglari úr Sveits.

Søgan um handtøkuna í Seattle er besta dømið um hetta. Tað ljóðar ótrúligt, men sambært Dánjali sjálvum, er søgan sonn. Hann var í klørnum hjá FBI, sum hevði hann undir illgruna fyri smugla rúsevni.

»De amerikanske slipsemænd var stålsatte og overbeviste om, at de havde fundet deres mand. Men til sidst lykkedes det Dánjal at føre dokumentation for sandheden. At han var i Seattle for at spille jazz«, skrivaði danska blaðið Politiken, sum hevði gjørt samrøðu við Dánjal á Neystabø, áðrenn eina konsert í marsmánaði í fjør.


Johnny Boy byrjaði Ævintýraferðina

Heima aftur í Føroyum tók Dánjal studentsprógv og spældi við fleiri ymsum studentabólkum.

- Vit høvdu nógv nøvn. Funny Boys og Happy Friends kallaðu vit okkum onkuntíð, men vit broyttu navn alt eftir hvat høvi var. Til onkra kvøldsetu á Stundentaskúlanum itu vit Kv-ølsetan og til ein føðingardag, brúktu vit navnið Hap-ib-birthday, fortelur Dánjal, meðan hann flennir eftir fleiri øðrum meiri og minni kreativum nøvnum.

Síðani kom Tangz-tíðin. Rókur Jákupsson Jacobsen, Hallur Johannesen, Rói Christiansen, Halgir Arge og Dánjal mannaðu væl umtókta bólkin, hvørs hæddarpunkt var triðja plássið á Prix Føroyum í 2001.

Eitt lag, fólk minnast Tangz fyri, er countrysangurin »Johnny Boy«. Nakað, sum fólk flest ikki vita av, at tann sangurin – óbeinleiðis – var byrjanin til Ævintýraferðina.

- Í øllum førum var tað fyrsti sangurin, Búi og eg skrivaðu saman, fortelur Dánjal á Neystabø. Sostatt byrjaði ævintýrið um Ævintýraferðina við tveimum ungum havnarmonnum, sum gjørdi eitt countrylag til bólkin Tangz, sum annars mest spældi progressivan rocktónleik.


Spældur á russiska MTV

Eftir lokið studentsprógv flutti Dánjal til Göteborg í Svørríki, har hann byrjaði á tónlistaskúla. Har var hann í eitt ár, áðrenn hann flutti til Malmö og byrjaði á konservatoriinum har. Steðgurin í Malmö gjørdist tó heldur ikki langur, og Dánjal gjørdist skiftisnæmingur í Groningen í Hollandi.

- Tað var eitt feitt stað. Eg hevði ein fastan klaverlærara, restin vóru gestalærarar, sum komu beinleiðis úr jazzumhvørvinum í New York, undirvístu okkum í eina viku og fóru so avstað aftur. Tað var øgiliga spennandi, men mínar ambitiónir lógu ikki júst har, greiðir Dánjal á Neystabø frá.

Hann spældi kortini eina rúgvu av tónleiki hetta tíðarskeiðið. Millum annað saman við nøkrum fólkum, sum mannaðu ein poppbólk.

- Bólkurin var ikki tað stóra í Hollandi. Men av onkrari orsøk vóru tey ógvuliga væl umtókt í Russlandi, og tey spældu løg hjá okkum á MTV har, fortelur Dánjal á Neystabø.

Í Murmansk í Russlandi ikki bara undirhelt Dánjal við tónleikinum, hann byrjaði eisini at undirvísa.

- Eg var 24 ára gamal, fekk mat, eitt stað at sova og eitt sindur av dagpengum. Næmingarnir, sum vóru 20 ár og lítið yngri enn eg, vóru sera arbeiðssamir og vandu 16 tímar dagliga. Tey spældu klassiskt og vóru ótrúliga dugnalig. Nógv betri enn eg. Tey dugdu bara ikki at spæla jazz, men tað kundi eg læra tey, samstundis sum eg lærdi eina rúgvu av teimum. Hetta var ein spennandi tíð, greiðir Dánjal á Neystabø hugtikin frá.

Einaferð – eisini meðan Dánjal var í Russlandi – skuldi hann spæla konsert við einum hollendskum bólki. Ikki tí, hann kom til Russlands við, men einum øðrum. Tá tey komu til hotellið, har tey skuldu spæla, rendi Dánjal seg í ein trupulleika.

- Eg hevði sagt, at eg spældi klaver og bað um, at eitt tílíkt skuldi standa klárt at spæla á. Tá vit so koma til staðið, er tað eitt keyboard og ikki eitt klaver, sum stendur har. Fyrireikararnir orsaka manga ferðir, biðja meg koma við í ein bil og koyra so til ein klaverhandil, har eg bara skal peika á tað klaverið, eg ynski at spæla á, tí so vilja teir keypa tað. Eg slapp ikki undan, men tað vóru fólk uttan serliga nógvar pengar, so eg royndi at finna tað bíligasta, sum tey høvdu, fortelur Dánjal á Neystabø.


Lívið sum landastrok

Russiska ævintýrið vardi tveir mánaðir. Dánjal vendi aftur til Groningen og Hollands.

- Eg gjørdi meg lidnan við lesnaðin og flutti so saman við fýra bulgarum í eini harraleys hús, greiðir Dánjal frá.

Í Hollandi er tað soleiðis, at standa eisini hús tóm, so kann ein og hvør flyta inn í tey. Tað var júst tað, Dánjal og teir fýra gypsitónleikararnir gjørdu.

- Vit høvdu einki. Tá vit gjørdu mat var tað í so stórum mongdum, at vit ótu tað sama í eina viku. Har var heldur eingin hiti og vit høvdu kuldastig inni í húsinum. Eg minnist, at eg svav í jakka, ullintari troyggju og húgvu, greiðir Dánjal frá.

Húsið sjálvt var heldur einki tespiligt. Fult við rottum millum annað.

- Einaferð fangaðu vit eina rottu inni í ovinum. Og so tendraðu vit bara ovnin og grillaðu rottuna har inni, fortelur Dánjal meðan hann flennur. Tað vísti seg nevniliga ikki at vera so snilt, tí langt aftan á stinkaði tað av brendari rottu.

- Vit kunnu heldur ikki gera mat í ovninum, tí alt, sum kom út aftur, smakkaði av rottu, sigur Dánjal, sum annars bara vandi – allan dagin, frá morgni til myrkurs – saman við teimum fýra bulgarunum. Sambært Dánjali var talan um nakrar einastandandi góðar tónleikarar, sum hann lærdi nógv av.

Ein dagin, meðan Dánjal búði og livdi soleiðis, kom unnustan, Hansina, á vitjan úr Keypmannahavn.

- Hon varð skelkað og kundi ikki búgva har saman við okkum. Vit máttu finna okkum eitt hotell. Og tað er bestemt ikki tí, at hon er snobbutt, ger Dánjal greitt.


Konsert fyri 3500 fólkum

Eftir at hava verið í læru hjá bulgarunum í eitt hálvt ár, sum Dánjal tekur til, valdi hann at fara aftur til Malmö og gera seg lidnan á konservatoriinum. 1. januar í 2007 var Dánjal liðugur og er í dag útbúgvin Master of Education in Music.

Síðani hevur Dánjal á Neystabø givið út fløguna »The Palace«, sum fekk sera góð ummæli, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann hevur eisini verið á fleiri konsertferðum í Týsklandi við bólki sínum.

- Eg minnist fyrstu konsertferðina í Týsklandi. Til eina konsert komu trý fólk. Tað var tað. Men vit spældu sjálvandi, tey komu upp á pallin og tað var stuttligt, greiðir Dánjal frá, sum nú spælir undir heldur øðrvísi umstøðum.

Herfyri var hann í München við bólki sínum og spældi fyri 3500 fólkum. Konsertin sjálv var í einum sirkusbygningi og sambærti Dánjali, var backstagehøli teirra fjósið, sum fílarnir plagdu at brúka.

- Eg fekk næstan kensluna av at vera ein poppstjørna við so nógvum fólkum í salinum. Tað er eisini stuttligt at vita, at nú koma fólk til konsertir okkara. Men tað gera tey ikki av tilvild. Vita hava arbeitt nógv fyri tí og hava havt fleiri konsertferðir í Týsklandi, sigur Dánjal á Neystabø.

Stóra konsertin í München var partur av eini konsertferð í Týsklandi og Eysturríki, sum fevndi um tvær vikur og tíggju konsertir. Konsertferðin varð gjørd í samband við, at »The Palace« kom út í Týsklandi í ár. Og í sambandi við útgávuna á týska marknaðinum, sum er remastrað í mun til uppruna fløguna, bleiv Dánjal við »The Palace« innstillaður til eina Danish Music Awards virðirsløn fyri besta danska World Album, sum hann tó ikki vann.


Nýggja fløgu um eitt ár

Tað eru tvey ár síðani, at »The Palace« kom á føroyska marknaðin. Ein fløga, sum í stuttum snúi seg um synd, satan, samfelagið og kærleika.

Í ár hevur Dánjal fingið tríggjar mánaðar starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Løn, sum skal brúkast til at skapa nýggj løg, sum kann leiða okkum – og Dánjal – á nýggj ævintýr. Tí arbeiðir hann nú við eini nýggjari fløgu. Men løgini koma ikki av sær sjálvum. Tað krevur arbeiði.

- Og tað krevur eisini, at eg taki meg sjálvan seriøst. At eg royni at skapa mær ein gerandisdag, har eg eisini má siga nei til ávís ting, tí eg eri til arbeiðis. Hetta sjálvt um eg kanska eri heima ella siti á eini café og lesi. Onkran morgun kann tað eisini vera trupult at koyra genturnar í vøggustovu, um tær ikki hava hug og eg annars eri heima, tí eg skal lesa ella spæla. Tá skal eg duga at siga við meg sjálvan, at tað er mítt arbeiði at lesa og spæla, eins væl, at tað eisini er ein partur av mínum arbeiði at sita ein heilan dag og einki fáa burturúr, sigur Dánjal á Neystabø, ævintýrarin, sum altíð arbeiðir við nýggjum ævintýrum.



--


FAKTA:

Dánjal á Neystabø

Er føddur 6. juni 1979 og er sonur Helenu Dam á Neystabø og Kristjan á Neystabø. Hevur systrar Katrin og Ása.

Býr í dag Amager í Keypmannahavn saman við unnustuni Hansina, sum hann hevur døttrarnar Gylta og Poula saman við.

Er útbúgvin Master of Education in Music frá konservatorrinum í Malmö í Svøríki.

Arbeiðir í løtuni við at gera nýggj løg til næstu fløguna, sum ætlandi kemur út um eitt ár. Skal annars á konsertferð í Týsklandi við bólki sínum í vár.