»Virðing« var loysnin

Sunset-deildin eitur framvegis Bestadeildin í komandi 3-2 sending. Men Kringvarpið hevur viðurkent, at kappingar kunnu bera sponsor-heitið. Sáttmáli, sum tryggjar sendirættindini til ítróttin hetta til nýggjár varð undirskrivaður týsdagin

Sendirættindi

Tað hevur verið tungur burður hjá Kringvarpinum at fáa í lag nýggjan sáttmála við føroyskan ítrótt. Vanliga hevur hetta ikki verið eitt arbeiði, sum hevur kravt serliga nógva arbeiðsorku, men í heyst og í vetur hava nógvar samráðingar verið um hetta.

Stóri knúturin
Stóri knúturin var uttan iva, at bæði Út- og Sjónvarpið hava sýtt fyri at nýta nøvn á sponsorum, sum fleiri sersambond hava knýtt at kappingum sínum.
Og við undirskriftini av sáttmálanum duldu teir báðir ovastarnir, Heðin Mortensen og Jógvan Jespersen, ikki fyri, at partarnir til tíðir høvdu staðið rættiliga langt frá hvørjum øðrum.
Í samráðingum er tó náttúrligt, at partar geva seg, og í sáttmálanum vónaðu teir báðir, at ein hóskandi orðing nú er funnin.
»Kringvarp Føroya viðurkennir, at kappingar og deildir í ávísum førum bera nøvn hjá ískoytisveitarum.«
Soleiðis er orðingin, sum at kalla hevur bjargað samráðingunum, og so er spurningurin, hvørt hendan orðingin er nakað, sum partarnir kunnu liva við.
- Hetta er í øllum førum ein útmelding um, at partarnir virða ynskini hjá hvørjum øðrum. Í tann mun, at nýtsla av hesum nøvnum fellur náttúrligt og hóskiligt fara hesi nú at verða integrerað í tær sendingar, sum stovnurin kemur at hava, staðfesti Jógvan Jespersen, tá spurnarrundan kom fyri á tíðindafundinum týsdagin.

Alt uttan fótbólturin
Í aðrar mátar tykist avtalan ikki víkja so nógv frá teirri, sum higartil hevur verið galdandi. Hon gevur Útvarpspartinum loyvi at senda frá øllum tiltøkum, sum ÍSF og sersambond undir ÍSF skipa fyri. Sjónvarpið fær somuleiðis rættindini at senda frá tiltøkum. Men er talan um beinleiðis sendingar, skal hetta avtalast við avvarandi sersamband. Og avtalan við ÍSF fevnir ikki um fótbóltslandsdystir. Her skal Sjónvarpið í næstum undir samráðingar við Sportsfive, sum hevur keypt øll sjónvarpsrættindi hjá føroyska landsliðnum.
Ikki minst týðandi fyri ítróttin, so inniheldur avtalan eisini eitt notat, har intentiónin við hesi verður lýst. Serstakliga fatanin av, at almennu miðlarnir skulu hava eina ávísa breidd í sínum tíðindaflutningi.
Ítøkiliga verður staðfest, at miðað verður eftir at varpa steypafinalur í hond- og flogbólti, FM-kappingini hjá Svimjisambandinum og kappingum, sum Føroya Fimleikasamband skipar fyri.
Hartil verður staðfest, at allar ítróttagreinar eiga at verða nevndar, og at eingin einstøk ítróttargrein verður fyri mismuni.

Ikki einkarrætt
Á tíðindafundinum varð eisini staðfest, at hóast avtalan gevur rætt at senda, so gevur hon ikki einkarrætt. Tað merkir, at vilja aðrir veitarar fáa møguleika at senda frá ítróttarhendingum, so stendur hesum frítt at samráðast við ÍSF um hetta.
Avtalan, sum nú er gjørd, kostar Kringvarpinum 300 tkr. Hon er galdandi hetta árið, men í seinasta lagi 31. oktober skulu partarnir taka upp samráðingar um nýggjan sáttmála.