Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2008 fekk Hanus Kjølbro fyri bókina ?Veðurlæra?. Grundgevingin hjá dómsnevndini er soljóðandi:
At duga at skyna á veðri og sjóvarfalli hevur í øldir verið avgerandi fyri lív og trivnað í Føroyum, og neyv vitan á hesum øki hevur altíð verið høgt í metum. Við ?Veðurlæru? hevur Hanus givið øllum føroyingum ein góðan møguleika at læra um øll hesi viðurskifti á greiðum og góðum føroyskum máli og við frálíkum heimligum myndum og sigandi tekningum.
Umframt at greiða frá veðri og havi við Føroyar greiðir Hanus okkum eisini frá veður- og havviðurskiftum aðrastaðni, líka frá pólísinum til tropisku ódnirnar og frá uttasta lagnum á hválvinum niður til djúpastu havstreymar.