Virðisløn til Dropbucket

Dropbucket, endurnýtsluruskspannin, var í gjár kosin besta innpakking í Skandinavia.

Tað eru Heiða G. Nolsøe og Maria S. Berggren, ið báðar lesa á Danmarks Tekniske Universitet, sum hava fingið hugskotið til DropBucket.

Dropbucket varð í gjár kosin besta innpakking í Skandinavia av felagsskapinum Scandinavian Packaging Association. SPA skipar hvørt ár fyri kappingini Scanstar, sum er ein felags norðurlendsk innpakkingarkapping, sum hevur verið hildin hvørt ár síðani 1969. 

 

Sigurin inniber, at Dropbucket nú fær loyvi at nýta Scanstar-merkið í síni marknaðarføring, umframt at Dropbucket fer at luttaka í altjóða kappingini WorldStar.

Dropbucket er ein ruskspann úr 3. generatiónspappi, ið ikki kann endurnýtast meira. Ruskspannin verður brett út, hevur eina vatnavvísandi yvirflatu, rúmar 60 litrum og ber 25 kilo. Ruskspannin er ment soleiðis, at hon hevur eitt ógvuliga lágt tyngdarpunkt, sum hevur við sær, at hon ikki er so at syfta. Sambært Heiðu skal tað meiri enn eitt spark ella eitt vindblak til at koppa Dropbucket, sum ruskspannin rópast. Og tá ruskspannin er full ella ikki skal nýtast longur, verður hon blakað burtur saman við avfallinum.

Ruskspannin hevur verið nógv nýtt á festivalum í Danmark, millum annað á Roskilde-festivalinum og MíttLand.

Les eisini Ruskið skal vekk - og ruskspannin.