Fleiri av størru feløgunum hava verið áhugað í at skriva undir sáttmála við hann.
Soleiðis hevur ljóðað, tá ið talan hevur verið um Virgar Jónsson, sum ivaleyst er ársins spælari í EB/Streymi.
Nú er tað greitt, at Virgar Jónsson fer ongan veg. EB/Streymur boðar í dag frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Virgar Jónsson, sum eisini í 2026 fer at umboða barndómsfelagið. Heimavøllurin næsta ár verður við Margáir í Streymnesi. Skipanin er soleiðis, at besta liðið spælir annaðhvørt ár í Hólmanum á Eiði og annaðhvørt ár við Margáir. Í ár hevur heimavøllurin verið í Hólmanum á Eiði. Í síðsta umfari, sum verður leygardagin, fer EB/Streymur at spæla á útivølli í Sørvági.
19 ára gamli Virgar Jónsson hevur fyri tað mesta verið vongverji í vinstru. Í ár hevur hann eisini verið meiri framrættaður í borðinum, sentralur miðvallari og í onkrum dystum miðverji.
EB/Streymur skrivar soleiðis:
-Vit í EB/Streymi eru sera glað fyri, at Virgar heldur fram. Virgar er ein av okkara egnu, sum hevur verið í rúkandi menning, síðan hann kom á besta liðið. Virgar er sprenfullur av orku, hevur tann rætta hugburðin og er sera arbeiðssamur. Virgar er ein leikari, sum vit meta kann náa heilt langt, og vit gleða okkum til at geva okkara íkast til hansara víðari menning, sigur Niels Pauli Danielsen, ítróttarstjóri hjá EB/Streymi.
Sambært FaroeSoccer hevur Virgar spælt 66 landskappingardystir í bestu deildini og fýra dystir í kappingini um løgmanssteypið. Virgar er fastur maður á U-21 landsliðnum, har hann higartil hevur umboðað føðilandið í fimm dystum.