Virki fara at kappast á Eiði

Leygardagin 1. apríl verður skipað fyri innandurakapping í fótbólti á Eiði. Kappingin er ætlað fyritøkum og virkjum

Leygardagin 1. apríl verður innandurakapping fyri virki hildin í ítróttarhøllini á Eiði. Kappingin er stuðlað av Norðoya Sparikassa, og ber tí heitið Norðoya Sparikassa Kappingin. Tað er Ísraelstoymi hjá Heimamissiónini, ið stendur fyri hesum tiltaki.
Kappingin er fyri øll virki í Føroyum. Um eitt virki vil manna meir enn eitt lið, er hetta ikki nakar trupulleiki. Tó skal nevnast, at hvør leikari kann bert spæla við á einum liði.
Vinnarin av kappingini fær 4 flogferðaseðlar til Íslands og aftur. Vinnandi liðið fær eisini gull heiðursmerki, og nr. 2 og 3 fáa ávikavíst silvur og bronsu.
Tað kostar 500 kr. at taka lut í firmakappingini og besta virkið/liðið vinnur somuleiðis 4 ferðaseðlar til Íslands, har ið allir fýra leikararnir kunnu fara ein túr til Íslands at hugna sær saman. Leikarnir kunnu sjálvir avgera nær flogið verður til Íslands og nær teir koma aftur til Føroya.

Avmarkingar
Viðmerkjast skal, at júst hetta vikuskiftið byrja fyrstu umførini í 1.deild og Formuladeildini. Tískil verða allarhelst ikki nógvir royndir leikarar við í kappingini. Tí er møguleikin hjá teimum virkinum, sum vanliga ikki hava teir størstu møguleikarnar í tílíkum firmakappingum nú nógv størri!
Á hvørjum liðið kann í mesta lagi verða ein leikari úr Formuladeildini og ein úr 1.deild. Eitt lið kann ikki hava tveir leikarar úr Formuladeildini, men í mesta lagi tveir úr 1.deild verður góðtikið.
Tilmelding fer fram við at ringja á 226361 ella á 271060 eftir klokkan 12. Seinasta freist er tann 29.mars.