Virkisfýsnir óvitar í Sumba

Virkisfýsnir óvitar í Sumba tjena sínar egnu lummapengar

Eingin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða. Hesi orðini í Brestiskvæðni kundi runnið fólki til hugs, sum fóru ein túr til Sumbiar í góðveðrinum leygardagin.

 

Fýra smábørn sóu góðveðrið sum ein møguleika at tjena sær nøkur oyru og tað var skjótt at hugskotið vísti seg í verki.

 

Mitt í bygdini, á Ólafløtti riggaðu tey sær ein mini gøtumarkað til, har tey stillaðu seg at selja fólki saft at svala sær á við í góðveðrinum, tey høvdu bæði sitrónsaft og appilsinsaft, sum tey sjálvi høvdu pressað. Á einum pappíri, sum tey høvdu hongt á borðið, stóð, at tað var “open” og at saftin kostaði 10 krónur.

 

Frá vinstru eru teir virkisfýsnu óvitarnir, Bára, Alexandra, Eyðtór og Markus, sum er hálvur sumbingur, men sum býr á Tvøroyri