Árið 1998 er lýst altjóða mannarættindaár at verða. Fimti ár eru liðin síðani, tann 10. desember 1948, at heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða var undirskriva. Amnesty International deildir um allan heim byrja í hesum sambandi herferð á mannarættindadegnum 10. desember í ár undir herrópinum Get Up, Sign Up, (vísið í verki) og varir henda í eitt ár. 10. desember næsta ár, tá ið heimsyvirlýsingin er fimti ár, verður samkoma í París har m.a. ST aðalskrivarin kofi Annan verður hjástaddur. Her fer Amnesty International at handa ST heimsins stórstu bók, har væntandi minst fimm milljónir fólk hava undirskriva umbøn um, hvussu bundin heimurin er at halda alheimsyvirlýsingina.
Herferðin
Hvør Amnesty International deild hevur fingið hópin av bókum í A5 stødd har tú og eg og øll tey, ið eru var við herferðina, kunnu skriva undir henda tekst:
»Eg vil gera alt tað eg eri ment/ur fyri at tryggja at rættindini í alheimsyvirlýsingini um mannarættindi gerst veruleiki um allan heim.«
Hetta er ikki ein umbøn, men eitt lyfti um at eisini vit, hvør í sínum lagi, skulu tryggja mannarættindini. Hetta bindur okkum...
Bøkurnar
Tað eru um 50.000 slíkar bøkur á A5 stødd sendar runt um í heiminum, umframt eru tað latin í minsta lagi ein bók á A2 stødd til hvørja tjóðardeild fyri at kendir persónar, tað veri seg stjórnarleiðara, politikara, filmsstjórnir, ítróttarfólk, listamenn og persónar, ið annars mynda samfelagið kunnu undirskriva. Hetta kanska serliga fyri at fólk, hervið vísa herferðini stórri ans. Føroya deildin byrjar sína herferð úti í landsstýrinum og annars fara bøkurnar runt um landið. Amnesty International fer eisini at samskifta við t.d. Ungmannafeløg og felagsskapin The Body Shop um at fáa undirskriftir til vega.
Meiningin er so at senda allar bøkurnar aftur til høvuðsskrivstovuna í seinasta lagi 16. novembur næsta ár, har allar bøkurnar verða savnaðar til heimsins størstu bók. Henda verður um 16 metrar x 11 metrar x 2 metrar. Saman við bókunum á A2 stødd verður so frágreiðing givin um hvørjir »front« persónar hava undirskriva, møguliga hví teir velja at undirskriva. Herferðin byrjar við at Nelson Mandela undirskrivar, vónandi eggjar hetta nógvum øðrum at gera tað sama. Hvør bókin fer at hava minst 100 undirskriftir, og verða tað væntandi fimm milljónir undirskriftir tá ið avtornar.
Stovnanin av AI
Amnesty vil eisini heita á teg mannarættindadagin 10 desember, um at seta kertuljós í gluggan fyri at minnast samvitskufangarnar, og tey, ið eru fyri órætti. »Hetta ljós brennur ikki fyri okkum, men teimum, ið vit ikki kláraðu at bjarga úr fongsli. Teimum, ið vóru skotin ávegis í fongsul. Teimum, ið vóru pínd. Teimum, ið vóru rænd. Teimum, ið »hvurvu.« Fyri teimum brennur ljósið...« Soleiðis tók Peter Benonson til, ið byrjaði herferðina »Appeal for Amnesty« saman við nøkrum vinum í London 28. maj 1961. Henda gjørdist so væl umtókt, at teir seinni sama ár avgjørdu at kalla felagsskapin AMNESTY INTERNATONAL. Felagsskapurin breiddi seg skjótt um Evropa og heimin sum heild, og í 1965 var Føroyska deildin stovna. Hon er sostætt ein hin elsta og við sínum knapt 700 limum stórsta í heiminum í mun til fólkatalið. Allar Amnesty International deildirnar starvast undir somu reglugerðum, og eru tað serliga greinarnar 3, 5, 9, 18 og 19 í alheimsyvirlýsing ST, sum Amnesty hugsavnar seg um.
Lutaseðlasøla
Amnesty International fíggjar sítt arbeiði serliga við limagjaldi, men fleiri tiltøk fyri at fáa pening til vega er eisini, umframt at fólk lata peningaupphæddir til gávis. Eitt afturvendandi evni tey seinnu árini hevur verið lutaseðlasøla. Tað er girokort sent í hvørt hús, har tú síðani kann fara á posthúsið at gjalda fyri teir lutaseðlar tú ynskir. Høvuðsvinningurin er at ferðast sum tær lystir fyri 15.000 kr. Seinasta freist at gjalda er 12. desembur, lýst verður í bløðunum 17 desembur, hvør hevur vunnið. Sum formaður felagsins tey seinnu árini fleiri ferðir hevur ført fram, so kosta mannarættindi pening - nógvan pening, so gott er við stuðli, sum fer óskerdur til arbeiði.
ST samkoma
Herferðin, sum fer í gongd 10 desember varar sum nevnt í eitt ár, men møguleiki er tó allatíðina at fylgja við, hvussu nógv í heiminum hava skriva undir í bókunum, tí fjórðu hvørja viku verður frágreiðing um gongdina sent høvuðsskrivstovuni, sum síðani almannakunngerð tølini, um nakar almennur persónur hevur undirskriva og um áhugaverd tiltøk, ið samband við bøkurnar og herferðina. Altjóða samskipanarnevndin hjá Amnesty International ætlar; sum nevnt, at geva ST tær um 5 milljóna undirskriftirnar á eini serligari samkomu hjá ST, ið verður 10. desember næsta ár. Henda verður helst í Paris, men nærri frættist frá hesum seinni.
Get up, sign up!
Ynskir tú at gerast limur ella vita meir um Amnesty international so er endiliga at seta teg í samband við Amnesty International Føroya Deild á tlf. 15816, skrivstovan er opin týsdag og hósdag ávíðkavíst kl 8.3012.30 og 8.3016.30 á Bryggjubakka 14. At enda vil Amnesty heita á øll um at skriva undir í bókini, ið verður at finna runt um í landinum og vísa mannarættindunum ans í gerandisdegnum. Get Up, Sign Up...