Vísindavøka í Sørvági

Í kvøld verður Vísindavøkan á ferð í Sørvági. Tiltakið er á Sørvágs Bókasavni og byrjar kl. 19.

Á skránni verða tríggjar framløgur við granskarum, ið eru umleið 20 minuttir hvør.

 

Bogi Hansen frá Havstovuni fer at tosa um, hví páskamysingin er á páskum.

 

Noomi O. Gregersen frá FarGen greiðir frá fyrstu árslitinum av FarGen verkætlanini.

 

Katrin Hoydal frá Umhvørvisstovuni tosar um dálkandi evni í grindahvali.

 

Hetta er fjórða av fimm tiltøkum á ferð í september.

 

Fyrsta tiltakið var á Klaksvíkar Bókasavni, annað tiltakið á Bókasavninum við Løkin og triðja tiltakið á Sands Bókasavni.

 

Seinasta tiltakið verður í Miðlatúni í Vági mikukvøldi.

 

Sí skránna á https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoeka/visindavoeka-2023/visindavoeka-a-ferd-2023