visitfaroeislands fyri níggjundu ferð

Stevnan hevur ikki altíð itið visitfaroeislands, men hetta er níggjunda árið, at skipað verður fyri einari stevnu av hesum slag, sum ár undan ári hevur verið vaksandi

Tað er Atlantic Airways, sum saman við Ferðaráðnum skipaði fyri stevnuni, visitfaroeislands, ið varð hildin um vikuskiftið.
Hendan stevnan hevur áður itið Fly the Faroes og onnur nøvn, men síðani Ferðaráðið varð endurstovnað, er tað vorðið ein partur av fyriskipanini, og tað merkir, at navnið nú er visitfaroeislands.
- Vit hava ikki nakað ávíst tema á stevnuni, men tað er meira føroysk ferðavinna í síni heild. Men tað er hugaligt at síggja, at áhugin er vaksandi framvegis, og eg hugsi, at hetta er fyrstu ferð, at vit eru komin upp um 50 luttakarar uttanands, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Føroysku luttakararnir telja 25, og talan hevur verið um eitt sera gott samstarv millum Ferðaráðið og alla incoming vinnuna í Føroyum.
- Saman hava vit so skipað fyri tiltakinum, og tað er gleðiligt at síggja, at feløg ganga aftur, sum hava sent ferðafólk til Føroya í størri og minni nøgdum gjøgnum árini. Men eisini nýggir aktørar eru komnir á banan, og teir hava havt eitt fantastiskt upplivilsi undir Hestoynni við Norðlýsinum, sigur Magni Arge.
Har vóru tey til eina konsert við Christian Blak.
- Og í dag hava tey so uppivað, hvussu skjótt føroyska veðrið kann skifta, frá kavaælingi um morgunin til summar og sól seinnapartin, sigur Magni Arge.
Tað eru tey ógvuliga hugtikin av.

Tekur tíð
Hann hevur sagt tað so mangan áður, og hann sigur tað aftur nú.
- Hetta er ein tilgongd, ið tekur tíð. Tað tekur tíð at gjøta jørðina, men tað vísir seg, at tað ber spakuligan ávøkst, og eg haldi eisini, at tann dentur, ið verður lagdur á frá almennari síðu við at stuðla ferðavinnuna við fleiri pengum, og við at minka um ferðaavgjaldið, fara bæði at viðvirka til, at vit fara at fáa meira burtur úr í ferðavinnuni, sigur Magni Arge.
Nýggir luttakarar merkir ikki neyðturviliga nýggj lond, men tað er heldur ikki tað, ið umræður.
- Eg veit ikki, um nøkur nýggj lond eru við í ár, men eg síggi, at størsti parturin er úr norðurlondum, og serliga Danmark, sum er tann størsti marknaðurin. Men eg kann siga, at Italia, sum vit byrja at flúgva upp á í juni mánað, er væl umboðað, og fyri fyrstu ferð eru heili fimm ferðaløg úr Italia við, sigur Magni Arge.
Hann heldur, at hetta týðir upp á, at áhugin í Italia er stórur.
- Her eru eisini tvey ferðaløg úr Spania, har vit eisini flúgva, umframt umboð úr Fraklandi, so tað er alt, ið bendir á, at rutusambondini, ið vit hava sett á stovn í fjør og í ár, hevur víðkað um áhugan, sigur Magni Arge.

Síggja úrslit
Tað tekur sum nevnt tíð og neyðugt er at gjøta jørðina, men úrslitini byrja at vísa seg.
- Ja, eg haldi tað. Spyr tú hotellini, so hugsi eg, at tey eru rímiliga væl bókað í summar, og vit síggja tað eisini á bókingunum hjá okkum, tað koma fleiri og fleiri. Eg kann ikki siga, at tað eru komnir so ógvuliga nógvir spaniólar enn, men tað koma nakrir, sigur Magni Arge.
Meginparturin eru føroyingar, men tað sæst ein ávís rørsla í Italia.
- Vit síggja ein áhaldandi áhuga úr Danmark og aðrastaðni, eitt nú í Noreg og Svøríki, so tað er ógvuliga positivt. Ongland hevur ligið nakað tungt í sjónum í eina tíð, men vit hava fyri fyrstu ferð fingið fimm keyparar við úr Onglandi, har tað ongantíð hava verið fleiri enn tvey áður, sigur Magni Arge.
Teir eru tí ógvuliga vónríkir um, at tað fer at bera enn meiri ávøkstur enn fyrr.
Annars eru luttakarar úr so fjarskotnum londum sum USA og Kina.
- Eg hugsi ikki, at nakar er við frá Australia, eins og seinast. Men eg hugsi ikki, at tað ger mun, hvaðani tey koma, tað sum umræður er, at tey, ið koma hava ein reellan áhuga í at senda ferðafólk til Føroya, sigur Magni Arge.
Summir hava verið her áður, men teirra vitan um Føroyar sum ferðamannaland er vaksandi, og teirra áhugi fyri at senda ferðafolk hendan vegin er vaksandi.
- Og sum eg sigi, tekur tað tíð at fáa skapt eitt slíkt álit, og tað týðir upp á, at tey halda, at Føroyar eru eitt spennandi ferðamannaland. Føroyar verða ongantíð nakað Mallorca, men eru eitt av fáu londuum í Europa, ið enn eru »unexplored«, og hevur nakað serstakt at bjóða, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.