Við orðunum "Mit TDC - Der er også et TDC til dig", marknaðarførir kendi danski rapparin L.O.C fyri fyritøkuna TDC, men nú er óvist, um fyritøkan vil hava ein dømdan brotsmann at standa á odda.
Í dag varð hann dømdur 40 dagar treytaða fongsulsrevsing orsaka av harðskapi, og leiðslan í TDC vil hvørki vátta ella avsannað, at fyritøkan nú sigur upp samstarvi við rapparan.
- Vit hava ikki fingið møguleikan at práta við hann enn. Vit vilja tosa við hann áðrenn vit siga nakað alment, sigur miðlaráðgevin Rasmus Avnskjold við tíðindastovuna hjá DR.
Hann sigur, at teir royna at fáa fatur í L.O.C. skjótast gjørligt, soleiðis at málið kann avgreiðast.
Men Tv2 hevur ongar ætlanir um at siga upp samstarvið við L.O.C.. Rapparin hevur nevniliga verið dómari í sendingini The Voice, og hetta fer ikki at broytast.
Tað var í Odense, at L.O.C. fekk sín dóm, eftir at hann var ákærdur fyri at hava framt harðskap móti einum manni í summar.
Hann varð ákærdur fyri at hava sligið mannin fleiri ferðir, men rapparin segði hann var ósekur, og tað søgdu vinir og starvsfelagar hansara, sum vóru til staðar tá, eisini.
11 vitnir hava verið í rættinum í Odense, har av sjey vóru frá ákæranum og fýra frá verjanum.
Hóast L.O.C segði seg vera ósekan, góðtekur hann dómin.