Enn er ógreitt, nær ætlaða rundkoyringin í Gøtudali, á krossvegnum til Fuglafjarðar og Leirvíkar, verður gjørd.
Tað kom fram, tá ið Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vildi hava at vita, hví Landsverk ikki fer undir arbeiðið, hóast løgtingið hevur samtykt at tað skal gerast.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, staðfesti at Gøtu Kommuna vildi hava, at rundkoyringin eisini skuldi bindast í ídnaðarøkið. Semja var um, at Gøtu Kommuna skuldi bera eykakostnaðin. Nú projektið er dagført, verður mett, at eykakostnaðurin er 1,5 millión.
Men nú hevur Gøtu Kommuna heitt á Landsverk um at bera eykakostnaðin, tí hon metir ikki, at tað er hennara uppgáva. Men Bjarni Djurholm vil ikki broyta projektið so munandi uttan at løgtingið hevur samtykt tað og ein umsókn um tað er á veg í løgtingið.