Enn er støða ikki tikin til, nær byrgingin um Haraldssund verður gjørd liðug. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, um nøkur ætlan fyriliggur um at gera byrgingina lidna.
Les meiri her: Hava skjótt bíðað í 35 ár at fáa arbeiðið liðugt
Landsstýrismaðurin vísir á, at eftir langtíðarætlanini hjá Landsverki skal hetta arbeiðið gerast í 2027. Men hann leggur afturat, at enn er politisk støða ikki tikin til málið.
Men sum Landsverk ætlar, verður talan um ein veg við tveimum sporum og gongubreyt, sum eisini verður súkklubreyt. – Harafturat verða gøtuljós sett upp, og verjugrótið á norðaru síðu verður hækkað umleið ein metur, fyri at verja fyri sjóroki.
Vegurin verður lagdur soleiðis, at hann verður ein natúrligur partur av vegunum báðumegin byrgingina. Vegurin á byrgingini verður sum ein bogi, ið bindir vegirnar á báðumegin byrgingina, saman.
##med2##
Verkætlanin verður mett at kosta einar 32 milliónir, men Landsverk mælir til, at aldu simuleringar verða gjørdar áðrenn fari verður undir verkætlanina fyri at tryggja, at byrgingin er nóg høg, sigur Jørgen Niclasen.
Kanningar vísa, at tað ikki er neyðugt at brúka tunnilsgrót til arbeiðið, tí alt tilfarið í byrgingini verður eyndurnýtt til nýggju byrgingina. Umframt tað, er bara brúk fyri heilt stórum dekkgróti, sum liggur yts í byrgingini, sum verjur ímóti sjónum. Dekkgrót fæst ikki úr tunnilsgerð, men skal spreingjast úr einum grótbroti.
– Vísir tað seg at verða ein fyrimunur at hækka ella at breiðka byrgingina meira enn fyrst ætlað, kann grót úr tunlunum Norður um Fjall brúkast til hetta, sigur landsstýrismaðurin.