Óvist nær Nótaskipini loysa aftur

Eitt nótaskip brúkar einar fýra milliónir litrar av olju um árið og nú er oljan so dýr, at øll nótaskipini verða løgd á midnátt. Ongin veit, nær tey loysa aftur Stjórin í felagnum Nótaskipum, staðfestir, at tað er tórført at siga, nær skipini loysa aftur.

Sum stað sæst longur niðri á Portalinum, hava øll nótaskipini gjørt av at gevast við fiskiskapinum á midnátt, tí oljan er so dýr og svartkjaftaprísurin er so lágur, at tað loysir seg ikki longur at fiska

Og stjórin í felagnum Nótaskipum, Jógvan Jespersen, staðfesti fyri Rás2 fyri eini løtu síðani, at tað ber ikki til at siga, nær tey loysa aftur.

Eini 15000 tons eru eftir av svartkjaftakvotuni og Jógvan Jespersen sigur, at nú vil tíðin so vísa, um tað loysir seg at fara eftir teimum.

Hann sigur, at í juni mánaði tekur fiskiskapurin eftir sild og makreli seg upp og tað er eitt annað fiskarí og so verður støða tikin til fiskiskapin tá.

Hann sigur, at hvørt nótaskip brúkar í miðal eini fýra milliónir litrar av olju um árið Hækkingin í oljuprísinum seinastu tíðina, viðførir hvørjum skipi eina eyka útreiðslu upp á átta milliónir um árið og við teimum avreiðingarprísum, sum nú eru á svartkjafti upp á 85 oyru fyri kilo, loysir tað seg ikki longur at fiska hann.

So verður støðan tikin til fiskiskapin eftir sild og makreli seinni, so nú fær so manningin eina langa ?umenn kanska óvæntaða og ósjálvbodna summerferiu.

Jógvan Jespersen sigur, at tað er altíð álvarsligt, tá ið tað ikki loysir seg at fiska, men nótaskipini hava havt nøkur góð ár, so tað skilst á honum at í fyrstu atløgu er ongin vandi fyri skipunum.

Í tíðindunum á Rás2 klokkan 16 í dag, hava vit fleiri reaktiónir upp á støðuna, sum hevur tikið seg upp, nú Nótaskipini verða løgd