Óvist um Føroya Festivalurin verður hildin

Koronavirus ger, at fyrireikararnir til føroyska festivalin í Esbjerg mugu umhugsa, hvørt festivalurin skal útsetast ella hvat

Um alt gongur, sum fyrireikararnir vóna, so verður Føroya Festivalurin hildin vikuskiftið 15. - 16. mai í Esbjerg. Men støðan við koronasmittuni hóttir soleiðis, at tað í løtuni er óvist, hvussu festivalurin verður hildin í ár. 

– Føroya Festivalurin kemur út við einari avgerð fyrstu viku í apríl, um vit útseta festivalin til seinni í ár ella ikki. Tá vita vit vónanadi betur enn nú, hvussu leingi coronavirus kemur at ávirka okkara gerandisdag, skriva fyrireikararnir á Facebook.

Føroya Festivalurin er ein føroyskur festivalur í danska býnum Esbjerg, og tað eru somu fyrireikararnir sum til hin føroyska festivalin, MíttLand, sum hevur verið í Keypmannahavn í nøkur ár. Í ár er fyrstu ferð, at skipað verður fyri Føroya Festivalinum í Esbjerg.

Fleiri aðrir stórir festivalar hava longu boðað frá, at avgerð er tikin um at avlýsa. Risastóri bretski festivalurin Glastonbury skuldi eftir ætlan vera síðst í juni, men hesin er avlýstur. Og fyrr í vikuni boðaðu fyrireikararnir frá danska Spot Festivalinum í Århus, at festivalurin eisini er avlýstur. Spot Festivalurin skuldi vera frá 30. apríl til 3. mai, og fleiri føroysk nøvn vóru á tónleikaskránni.