Enn er ikki greitt, hvar tey sjey búfólkini á sambýlinum á Tvøroyri, sum fór í ódnini 25. november, skulu búgva.
Tey máttu øll flytast av sambýlinum, tí tað fór so illa í ódnini, at øll yvirtromin fór oman av og tað var at kalla bara grundin, sum stóð eftir.
Fyrst vórðu tey sjey búfólkini flutt á Suðuroyar Sjúkrahús, men síðani vórðu tey flutt á nýggja ellis- og røktarheimið, Hamragarð, í Vági.
Har er avtalan fyribils, at tey kundu búgva til 1. februar.
Men enn er óvist, hvussu verður við teimum eftir 1. februar.
Landið eigur eldraøkið
Tvøroyrar Býráð fer nú at viðgerða støðuna.
Men Kristin Michelsen, borgarstjóri, staðfestir, at tað er í øllum førum púra greitt, at tað ber ikki til at hava nakað sambýli klárt tann 1. februar.
Hvussu støðan so verður hjá teimum sjey búfólkunum, dugir hann ikki at siga.
Borgarstjórin sigur, at tað er ein spurningur um Tvøroyrar Kommuna yvirhøvur fer at byggja nakað sambýli aftur.
- Eldraøkið er ein landsuppgáva og tað er ein stórur spurningur, hví Tvøroyrar Kommuna skal átaka sær eina landsuppgávu, sigur hann.
Hann staðfestir eisini, at Býráðið hevur skyldu til at fara væl um skattaborgarans pening.
- Tí er tað ein spurningur um Tvøroyrar Býráð yvirhøvur hevur loyvi til at brúka skattaborgarans pening til eina útreiðslu, sum landið eigur at gjalda, sigur Kristin Michelsen.
Hann sigur, at talan er um ein rættiliga grundleggjandi spurning, sum støða skal takast til í hesum sambandi, tí tað er ongin ivi um, at tað er landið, sum hevur ábyrgdina av eldrarøktini.
At kommunur so hava átikið sær ein part av ábyrgdini, er ein onnur søga, men spurningurin er rættiliga grundleggjandi.
Borgarstjórin staðfestir eisini, at tað er Nærverkið og ikki Tvøroyrar Býráð, sum hevur flutt fólkini á Hamragarð í Vági.
Hann staðfestir somuleiðis, at eftir øllum at døma er ein kommunusamanlegging á veg og hann heldur, at tað er ein spurningur, hvussu rætt tað er hjá Tvøroyrar Kommunu at fara undir eina so stóra útreiðslu beint uppundir eina samanlegging.
Tá ið býráðið fer at viðgerða støðuna, fer tað eisini at taka støðu til um tað vil hava tryggingarupphæddina fyri sambýlið útgoldnað, ella um húsið skal byggjast upp aftur.
Men hann sigur, at verður húsið bygt upp aftur, verður tað ikki til sambýli, tí tað er ov lítið.
Hann sigur eisini, at tað eru nógv, sum hava bjóðað kommununi at keypa hús til sambýli, men tað verður av ongum, tí tað vera stór brunakrøv, og onnur krøv, sett til sambýli.