Tvøroyrar Bóltfelag hevur ligið tungt í sjónum seinastu, nógvu árini.
Báði fíggjarliga og Ítróttarliga.
Síðani TB vann sítt seinasta FM heitið fyri 11 árum síðani, hevur hvørt árið verið ein kampur um at yvirliva í fyrstu deild.
Samstundis hevur aldursforsetin í føroyum fótbólti havt stórar, figgjarligar trupulleikar at stríðast við.
Tað er ikki yvir at dylja, at tað tærir báði likam og sál at arbeiða undir so vánaligum umstøðum.
Og í fyrrárið skrædnaði heilt, tá ið vit fóru í aðru deild, sigur Ronnie Midjord í fótbóltsdeildini hjá TB.
Hann sigur, at teir tí í fjør settu sær tvinnandu mál: At koma uppaftur í 1. deild beinanvegin og at fáa tamarhald á fíggjarligu viðurskiftunum aftur.
Báðir málsetningarnir eydnaðist.
TB kom upp aftur í 1. deild og fíggjarliga komu teir uppundan.
Eg haldi, at vit brúktu allar kreftirnar, vit áttu í fjør uppá at endurreisa felagið fíggjarliga, og tað hevur nú eydnast.
Og nú vit eru komin uppaftur í 1. deild, gevur hetta okkum yvirskot til at líta frameftir aftur og til at hugsa meiri um tað ítróttarliga í felagnum.
Tí er tað meiri hugaligt fyri allar partar í ár sigur Ronnie Midjord.
Kapping um plássini
Og formaðurin í TB dylir ikki fyri, at teir fara undir kappingarárið við góðum treysti.
Vit hava ongan mann mist síðani í fjør. Tvørturímóti eru teir frálíku, ungu spælararnir, vit høvdu í fjør, blivnir eitt ár eldri, og eitt ár royndari, og sterkari, enn teir vóru í fjør.
Harumframt hevur TB fingið kærkomnan styrk í gamla landsliðsverjuspælaranum Óla Johannesen, sum er komin aftur í barndómsfelagið eftir ein steðg í B 36.
Somuleiðis er tað ein vinningur fyri TB, at Petur Oluf Joensen verður við í alt ár.
Hann var bara við nakrar fáar dystir í fjør.
Annars halda teir báðar jugoslavarnar, sum TB hevði í fjør, eisini fram í ár. Talan er um ein spælara og ein spælandi venjara.
Ronnie Midjord sigur, at spælarar eru trúgvir at møta til venjingar.
Og teir hava vant hart, seks ferðir um vikuna
Alt í alt hava vit einar 20 mans í ár, sum kunnu koma upp á tal til 1. deild, og tað er bara heilt gott.
Tað ger, at tað er hørð kapping um plássini á liðnum, og tað er tað rætta.
Hann sigur, at alt hetta tilsamans, ger, at teir fara undir kappingarárið í góðum treysti.
Og hann dylir heldur ikki fyri, at TB¹ararnir í ár stíla hægri, enn ein í fyrsti atløgu skuldi trúð um ein nýuppflytara.
Vit ætla okkum ikki bara at yvirliva í 1. deild. Vit ætla okkum eisini at liggja væl fyri í deildini, sigur hann
Fyrsta styrkiroyndin
TB hevur bara spælt ein venjingardyst í ár.
Hann var ímóti VB, og tann dystin tapti TB 3-0.
So eftir tí at døma, skal nógv fáast upp á pláss, áðrenn teir skulu gera sær vónir um at bjóða topp liðunum í 1. deild av.
Men Ronnie Midjord heldur ikki, at tann dysturin skal takast fyri meiri enn hann var: Ársins fyrsti venjingardystur.
Eg haldi ikki, at úrslitið gevur eina rættvísa mynd av spælinum í dystinum.
TB spældi væl í 75 minuttir og kundi einsvæl havt avgjørt dystin.
Men tíverri skrædnaði alt tað síðsta korterið og bara hesa løtuna fingu vágbingar trý mál.
Hetta var ein trupulleiki, sum venjarin og spælarar hava prátað nógv um síðani og hann er avgreiddur, sigur Ronnie Midjord.
Tann fyrsta, stóra styrkiroyndin hjá TB verður nú sunnudagin, tá ið Føroya- meistararnir úr B36 skulu suður á Sevmýri at spæla dyst í kappingini um Løgmanssteypið.
Tá fáa vit eina hóming av, hvar vit veruliga flóta, so tað verður ein ómetaliga spennandi dystur fyri okkum. Tað er onki at taka seg aftur í heldur Ronnie Midjord.
Fáa eina gularót
Annars hevur TB, eins og hini liðini, eina sera harða kappingarskrá nú um páskirnar.
Vit skulu spæla fýra dystir í kappingini um Løgmanssteypið nú í átta dagar. Og tað heldur hann líkist ongum, tí tað er alt ov strævið.
TB skal spæla nú sunnudagin ímóti B 36 á Sevmýru. Hósdagin, Skírisdag, spæla vit ímóti sumbingum á Tvøroyri. Leygardagin, Páskaaftan, spæla vit ímóti ÍF í Fuglafjørði og Annan Páskadag spæla vit aftur í Havn ímóti B 36.
Ronnie Midjord sigur, at tey fíggjarligu viðurskiftini hjá TB eru soleiðis, at felagið hevur ongan møguleika havt at binda spælararnar við sáttmála.
Og hann væntar heldur ikki, at tað verður í bræði.
Men vit hava gjørt av, at spælararnir skulu hava eina ella aðra gularót í summar.
Ronnie Midjord sigur, at leiðslan í TB fer at umrøða møguleikarnar. Og áðrenn dystin ímóti B 36 sunnudagin fáa spælararnir at vita, hvat teir hava í væntu og undir hvørjum treytum.
Men hvør, gularótin verður, veit hann ikki.
Tað kann verða reiður peningur. Men tað kann eisini verða ein uttanlandsferð, ella okkurt heilt annað.
Hjartað má verða við
Annars eru tvøramenn eitt isndur ivasamir um gongdina í føroyskum fótbólti, nú pengar av álvara eru komnir uppí.
Eg ivist í um útjaðarafeløgini koma at klára at vera við í hesi kappingini, sigur Finn Thomsen, formaður í TB.
Men hinvegin ivast hann eisini í, um hetta hevur tann avgerandi týdningin.
At sparka er ikki bara ein spurningur um pengar. Tað er eisini ein spurningur um vilja. Vit síggja tað, táið landsliðið spælir uttanlands og tapir við einum ella tveimum málum - og vinnur inn ímillum á topp professionellum spælarum.
Tað, sum eg haldi, hevur størstan týdningin er, at rammurnar, og viljin eru til staðar. Hjartað má vera við. Tað er ikki altíð fólkatalið, sum er avgerandi. Føroyskir fótbóltsspælarar arbeiða og venja og eg ivist í, um tað sindri teir fáa, ger tann stóra týdningin.
Tó ivast Finn Thomsen ikki í, at tað framyvir verða útjaðarafeløgini, sum koma at ferðast upp og niður ímillum 1. og 2. deild.
Men hann heldur ikki, at tað pengarnir hava tann avgerandi týdningin í royndunum at fáa teir góðu spælararnar at skifta feløg. Summi feløg hava roynt dúgliga at draga fremmandar spælarar til sín, men ítróttarligah evur tað onki givið, sigur Finn Thomsen.
Ronnie Midjord vísir eisini á, at øll hesi árini, TB hevur søkt eftir løntum venjara, er ikki ein einasta umsókn komin norðaneftir.
Stuttligt hjá suðuroyingum
Annars síggja tvøramenn fram til eitt spennandi kappingarár.
Ikki minst er tað stuttligt hjá suðuroyingum við trimum liðum í 1. deild.
Tað verða nógvar lokaluppgerðir, heilar fýra, og teir dystirnir eru altíð nakað heiltfyri seg.
Harafturat er tað ikki fíggjarliga týdningarleyst at fleiir feeløg eru Suðuroynni, tí tað ger ferðirnar norðureftir færri, og tær eru dýrar, sigur Ronnie Midjord.