- Vit eiga at geva tol við oljuvinnuni

- Jú, eg eri ógvuliga spentur upp á boringina í summar, og sjálvur ivist eg onga løtu í, at olja er í undirgrundini hjá okkum. Tað er bara ein spurningur um at gera ein innsats fyri at finna hana, og teir møguleikarnir gerast alt betri sum frá líður við nýggjum kunnleika og størri tekniskum førleika, sigur Eli Lassen, sum starvast hjá Atlantic Supply Base í Saltangará

Oljuvinna

Síðan seinnapartin av apríl hevur eitt ávíst virksemi verið við oljuútgerðarhavnina á havnalagnum hjá Runavíkar havn, har Atlantic Supply Base nú verður riggaður til tað tænastuvirksemi, sum verður har í sambandi við boringina í summar.
- Eg havi arbeitt her síðan 25. apríl, men eri ikki formelt settur í starv hjá Atlantic Supply Base enn. Ti dámar mær heldur ikki at siga so nógv um virksemi, sigur lítillátni vágbingurin, Eli Lassen, sum er maðurin, ið riggar støðina til í Saltangará.
Nevndarformaður í Atlantic Supply Base er Niels Sørensen, og stjóri er John Eli Olsen.
Niels er eisini stjóri í Føroya Kolvetni, sum fer at bora á føroyska landgrunninum komandi summar.
John Eli Olsen sigur, at Eli Lassen verður maðurin, sum fer at leiða virksemið hjá Atlantic Supply Base.

Avmarkað virksemi
Eli Lassen væntar ikki, at virksemið hetta leititíðarskeiðið verður so stórt, at brúk verður fyri fleiri fólkum á støðini í Saltangará.
- Nei, eg haldi ikki, at grundarlag verður fyri at seta fleiri fólk burtur av, tí tíðarskeiðið er lutfalsliga stutt, og virksemið uppi á landi verður helst avmarkað. Hugsandi er tó, at neyðugt verður at læna fólk av og á, tá ið mest verður at gera.
Eli sigur, at hann hesar seinastu vikurnar hevur verið inni í tangunum, sum nú eru vaskaðir og testaðir, so greitt er, at teir ikki leka. Síðan eru tangarnir forseglaðir og gjørdir klárir at taka í brúk aftur, sum hann tekur til.
Enn er tó ymiskt eftir at gera á basanum, áðrenn klárt verður at byrja virksemið við tænastuveiting, sum er uppgávan hjá Atlantic Supply Base.
- Einki virksemi hevur verið á Atlantic Supply Base í eini trý ár. Jarn rustar, og ein partur av tí, sum brúkt verður í tangunum, er saltlaki. Tí krevur basin nú ymiskt viðlíkahald, sum skal gerast, áðrenn farið verður í gongd aftur.
Hann sigur, at eitt norskt felag kemur higar at gera eina kemiska blanding eftir uppskrift.
- Hetta er ein blanding, sum vit ikki hava so nógv skil fyri, sum hann tekur til.
Talan er um tað, sum rópt verður borimóru, ið verður brúkt til smyrjing og frostvætu. Borimóran verður koyrd niður í rørið, sum borurin gongur í niður ímóti havbotninum, har sjógvurin er kaldur.
Eli Lassen sigur, at talan er um vatnbaseraða móru, tí loyvt er ikki at nýta oljubaseraða móru til boringar.

Flótandi boripallur
Enn er ikki heilt greitt, nær fyristøðufelagið Statoil og hini feløgini, sum verða við í boringini í summar, fara at bora, men Eli væntar, at nakað av virksemi verður í oljuútgerðarhavnini einar 14 dagar, áðrenn borurin verður settur í havbotnin.
- Hvussu leingi, virksemið verður á føroyskum øki í ár, er ilt at siga, men væntandi er, at talan helst verður um einar tríggjar mánaðir ella so.
Í summar verður borað við einum flótandi boripalli, sum kallast Stenadon, og vanliga verður sagt, at ein flótandi boripallur gevur meira virksemi á landi enn eitt boriskip, sum hevur tað mesta av útgerðini umborð. Ein boripallur fær ein størri part av forsýningunum úr landi.
Eli sigur, at hann var ikki við til at seta sjálvan útbúnaðin upp á havnalagnum hjá Runavíkar havn á sinni, men annars hevur hann frá fyrsta degi starvast hjá Atlantic Supply Base, tá ið nakað hevur verið at gjørt.
- Eg byrjaði soleiðis her longu í 2001, leggur hann aftrat.

Spennandi í summar
- Jú, eg eri ógvuliga spentur upp á boringina í summar, og sjálvur ivist eg onga løtu í, at olja er í undirgrundini hjá okkum. Tað er bara ein spurningur um at gera ein innsats fyri at finna hana, og teir møguleikarnir gerast alt betri sum frá líður við nýggjum kunnleika og størri tekniskum førleika. Í Noregi boraðu teir eini 70 hol, áðrenn teir funnu olju, og síðan er Noreg vorðið eitt land við nógvum kolvetni.
Eli heldur, at ein oljuvinna í Føroyum hevði verið eitt gott alternativ til fiskivinnuna, men hann heldur ikki, at tað hevur verið nakar bági fyri samfelagið, at olja ikki er funnin við teimum fyrstu boringunum, sum verið hava, tvørturímóti.
- Føroyska samfelagið eigur at geva tol, og tað eiga okkara politikarar eisini.
Hann vísir á, at basaltið á føroyska landgrunninum er so hart og tjúkt at sleppa niður í gjøgnum, og tí krevur tað góðan útbúnað og nógvan pening at finna og útvinna olju undir hesum umstøðum.
- Men hetta skuldi so eisini ført við sær, at oljan ikki er sloppin at renna burtur, sigur Eli.

Kunnleikin veksur
Hóast boringarnar á føroyska landgrunninum higartil ikki hava staðfest kolvetni í rakstrarverdum nøgdum, vísir hann á, at áhugaverdar staðfestingar longu eru gjørdar.
- Hesar staðfestingar kunnu saman við nýggjum kunnleika við seismikkskjótingum leiða tey feløg, sum í framtíðini fara at bora í føroyskum øki, fram á leið.
Hann væntar tískil, at boringin í summar í minsta lagi fer at geva okkum ein uppaftur størri kunnleika um tað, sum er í undirgrundini. Hvørt hol, sum borað verður, gevur feløgunum størri kunnleika um tað, sum er í havbotninum.
- Eg vænti ikki, at Statoil og tey feløg, sum eru saman um verkætlanina í summar, høvdu brúkt so nógvan pening upp á hetta, um tey einki væntaðu sær. Eydnast teimum at finna olju í rakstrarverdum nøgdum, verður hetta eitt stórt frambrot um allan heim við atliti til basaltið.
Hann vísir á, at nógvastaðni í heiminum hevur verið borað niður ígjøgnum basalt undir líknandi umstøðum sum í Føroyum, men í slíkum føri eru feløgini ógvuliga varin við at upplýsa um frambrotini.
- Tey vilja ikki siga so nógv um umstøðurnar og útbúnaðin annars, sigur Eli.

Simulator-boringar
Í 2003 vitjaði Eli Lassen á einum sonevndum boriskúla í Aberdeen, har hann eitt nú sá ein borisimulator.
- Úrslitini frá seismiskum skjótingum verða lagdar á teldu, har til ber at arbeiða upplýsingarnar á ymiskum forritum.
Hann sigur, at á boriskúlanum fekk hann at vita, at tá ið BP skuldi bora í Norðsjónum, spardu teir einar 9 mió krónur við at bora í einum leigaðum simulatori fyrst.
- Tað, sum teir frammanundan høvdu sæð í simulatorinum, vísti seg at vera júst tað sama, sum hendi, tá ið teir boraðu í Norðsjónum, sigur Eli.

Olja í Eysturoy
Hann heldur annars, at oljuútgerðarhavnin liggur væl á økinum hjá Runavíkar havn í Saltangará.
- Runavíkar kommuna hevur brúkt nógvan pening upp á oljuútgerðarhavnina og upp á økið, sum krevst til hetta virksemi.
Eli heldur, at eftir hansara tykki kundu Føroyar í framtíðini í stórum verið býttar upp soleiðis, at Suðuroyggin og Norðoyggjar í størstan mun hava fiskivinnuna, Eysturoyggin oljuvinnuna og Suðurstreymoy ferðavinnuna.
- Tó ikki soleiðis at skilja, at onnur øki í landinum ikki eisini kunnu bjóða seg fram í fiskivinnuni og ferðamannavinnuni, leggur hann aftrat.

Um ólavsøkutíð
John Eli Olsen, stjóri í Atlantic Supply Base, sigur seg vænta, at fyristøðufelagið Statoil og hini feløgini, sum eru saman í hesum umfari, fara at seta borin í føroyska landgrunnin um ólavsøkutíð.
Hann sigur, at Atlantic Supply Base og Skipafelag Føroya eru saman um sáttmálan við oljufeløgini um útgerðarhavnina.
- Vit vænta, at virksemi í hesum umfari kemur at varða í einar tríggjar mánaðir ella so, sigur John Eli Olsen.