Kaj Kallsberg hevur verið kommunulækni í nærum 20 ár, og tí eru tey flestu, sum í viðtaluhøli hansara, tilkomin fólk. Bert fáar ferðir árliga koma kvinnur til hansara, sum vilja hava fosturtøku.
Hví verða kvinnur, sum ynskja fosturtøku, ikki longur vístar til psykiatrisku deild, eins og áður?
Tað kemst av, at tað ikki stendur í lógini, at so skal vera. Umframt tað, vóru kommunulæknarnir fyri 20 árum síðan ikki so væl skúlaðir í sálarfrøði, sum vit eru í dag, sigur Kaj Kallsberg.
Hann heldur tí, at kommunulæknarnir eru best førir fyri at meta umstøðuna hjá kvinnuni, einamest tí hann kennir viðkomandi og veit hvussu umstøður hennara eru, bæði likamliga, sálarliga og sosialt.
Eru ávísar mannagongdir fyri hesum hjá kommunulæknunum?
Flestu kommunulæknar hava fleiri samrøður við kvinnur um hetta, áðrenn avgerð verður tikin.
Eg kann bert siga frá mínum arbeiði, at eg havi minst tvær samrøður við sjúklingin, við nøkrum døgum millumbili, har viðkomandi fer heim at umhugsa støðuna. Síðani biði eg kvinnuna fara heim at skriva mær eitt bræv og grundgeva fyri, hví hon vil hava fosturtøku.
Hetta geri eg fyri at kvinnan skal verða fullkomiliga sannførd um, hvørt veruliga ynskið er ikki at fáa barnið.
Tað er nevniliga nógv lættari at frambera ynskið munnliga, enn um tú skalt skriva tað niður. Tá krevst, at tú veruliga umhugsar støðuna, sigur Kaj Kallsberg, sum meir enn so hevur verið fyri, at kvinnan fráfellur ynskið um at fáa fosturtøku, tá henda mannagongd verður nýtt.
Okkara uppgáva
Kommunulæknin heldur eisini, at tá talan er um hansara sjúklingar, sum hann hevur átikið sær uppgávuna at vera kommunulækni fyri, so er tað skeivt at senda sjúklingin víðari til aðrar at gera av.
Tað at vera kommunulækni er eisini at virka sum sosialráðgevi, sálarfrøðingur og lækni. Kommunulæknarnir kenna ikki bert sjúkuna hjá fólki, men eisini sálarligu og sosialu viðurskiftini, og eru best førur fyri at taka sær av sínum sjúklingum.
Tá vit átaka okkum hesar uppgávur, er ikki rætt at skúgva eitt mál sum hetta, til aðrar at taka sær av, sigur Kaj Kallsberg.