Vit eru heilt væl nøgd

Stjórin í Suðuroyar Sparikassa er væl nøgdur við fyrstu royndina í verðini at hópfíggja eitt lán til ein almennan stovn

 

Vit eru heilt væl nøgd. Tað sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Sum fyrsti almenni stovnur í heiminum, gjørdi Vágs Kommuna av at endurfíggja eitt lán hjá kommunini við hópfígging. Tað merkir, at tað stóð øllum frítt fyri at vera við í at fíggja eitt lán til Vágs kommunu og tað var Suðuroyar Sparikassi, sum stóð fyri ætlanini.

 

– Sostatt var ætlanin í roynd og veru, at tað skuldu verða borgararnir í samfelagnum, sum læntu kommununi pengar, og hetta er fyrstu ferð í verðini, at ein almennur stovnur hevur brúkt hendan møguleikan, sigur Søren L. Bruhn. Hann sigur, at hetta gav privatum, grunnum, fyritøkum, og øðrum, atgongd til ein kommunumarknað, sum annars ikki sluppu upp í. 

 

Talan var um eitt lán upp á 29 milliónir krónur, og tað, sum onnur ikki fíggjaði, átók sparikassin sær at fíggja. Tey, sum læntu kommununi pengar, fingu 0,45 prosent í rentu og tað er meiri enn tey fáa við at hava pengarnar á kontu í bankunum.

 

Í fyrstuni sá einki serligt út, tí leingi var bara 0,5 prosent av láninum fíggja av øðrum enn Suðuroyar Sparikassa. Men so kom glið á nokk so brádliga, og nú tiltakið er endað, eru eini 25 prosent av láninum, ella ímillum sjey og átta milliónir, fíggjað av øðrum enn Suðuroyar Sparikassa. Tilsamans eru tað eini 70 – 80 onnur, enn Suðuroyar Sparikassa, sum soleiðis hava lænt Vágs kommunu pengar.

 

 

Les eisini: Eg kann ikki annað enn fegnast stórliga

 

 

– Tað kunnu vit ikki annað enn vera heilt væl nøgd við, serliga tí at hetta er fyrsta royndin yvirhøvur hjá okkum við hesum slagi av fígging, sigur hann.

 

Nógv tann størsti, einstaki lánveitarin, er Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin, sum hevur lænt Vágs kommunu fimm milliónir, men stjórin sigur, at annars eru tað bæði privatfólk, fyritøkur og grunnar, sum hava lænt kommunu pengar, heilt úr 200 krónum upp í milliónaupphæddir.

 

Hann sigur, at nú skal hendan royndin eftirmetast, men tað er als ikki óhugsandi, at fleiri royndir fara at verða gjørdar við hesum slagi av fígging, sigur Søren L. Bruhn.