John Johannessen
Áland hevur, eins og Føroyar, ikki fullkomið sjálvstýri. Tó hevur landið eina sjálvstýrisskipan, ið tryggjar Ålendingum avgerarrætt innan ávís málsøki. Áland hevur samstudis egið umboð í Nordisk Råd og somuleiðis egið flagg.
Hendan skipanin tykist at líkjast nógv teirri føroysku, men tó eru nakrir munir. Álendingar sleppa nevniliga ikki sjálvir at valda á landsskattakrónunum. Teir gjalda allan landsskatt beinleiðis til Finnlands og fáa so ávísa peningaupphædd aftur frá finnlendingum. Og hóast álendingar ikki sleppa at gera við skattakrónurnar, sum teir vilja, so eru teir tó ikki eins tjóðskaparsligir sum føroyingar.
Smálond hava
góðan møguleika
Vit hava spurt Roger Janson, um hann heldur, at eitt líti land, sum t.d. Føroyar, hevur møguleika at klára seg við fullkomnum sjálvstýri.
- Ja, eg haldi, at minni lond enn Føroyar kunnu saktans klára seg sjálvi. Hesum hava vit jú nógv dømir um. Tað finnist ein rúgva av sokallaðum vælvirkandi mikro-statum kring allan knøttin. Harafturat, so veit eg, at Áland uttan trupulleikar kundi klárað seg fíggjarliga, um vit høvdu sjálvstýri.
- Eg skal ikki koma við nakrari meting um, hvussu Føroyar høvdu roynt seg uttan Danmark. Fyri at kunna gera tað, so má eg vita nógv meira um viðurskifti tykkara. Men eitt er vist, og tað er, at eg eri sera hugtikin av tykkara sterka vilja, um at klára tykkum sjálvi.
- Mær dámar annars stak væl tað góða og sakliga samstarvið, ið er millum Danmark og Føroyar. Eg haldi, at danir eru ógvuliga fyrikomandi, tá ið føroyingar seta fram krøv. Soleiðis er ikki, tá ið vit skulu samráðast við Finnland.
- Fyri at venda aftur til spurningin, um tit eru før fyri at klára tykkum sjálvi, so vil eg siga, at tað er nakað, ið tit Føroyingar mugu finna útav saman. Hetta er ikki nakað, ið eg skal avgera.
Hungra ikki eftir fullkomnum sjálvstýri
- Orsaka av, at vit liggja so tætt við bæði Finnland og Svøríki, og av tí at vit tosa sama mál sum sviar og ein partur av finnunum, so er ynskið um fullkomið sjálvstýri ikki so brennandi ímillum álendingar. Vit kenna okkum meira sum ein partur av sama fólki sum sviar og finnlendingar.