Samgongan tekur ikki andstøðuna nóg nógv upp á ráð í sambandi við politisku handfaringina av koronustøðuni. Tað halda tær báðar tingkvinnurnar fyri Tjóðveldi, Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg.
Meðan Helgi Abrahamsen greiddi frá nýggja hjálparpakkanum til ferðavinnuna, sum verður lagdur fyri tingið beint eftir páskir, spurdu tingkvinnurnar landsstýrismannin, hví samgongan ikki kunnar andstøðuflokkarnar.
Sirið Stenberg skilir ikki, hví allir flokkar ikki eru tiknir við í viðgerðina. Tí í øðrum londum rundan um okkum sær man, hvussu allir flokkar eru samdir um politisku tiltøkini, men her hevur mann ikki tikið andstøðuna við upp á ráð, segði hon, og Bjørt Samulsen tók undir við henni.
– Tað verður viðgjørt við samgongufokkar, og so verða andstøðuflokkarnir kunnaðir, segði hon og spurdi, hvør orsøkin er til, at mann ikki hevur kallað allar flokkarnar saman fyri at viðgera støðuna, í staðin fyri at andstøðan má seta almennar fyrispurningar fyri at hoyra, hvat tey í samgonguni ætla sær.
Eisini spurdi Bjørt Samuelsen, hvat nýggi hjálparpakkin heilt konkret innihelt.
– Vit brúka sama principp sum í hjálparpakka 3, so tað eru somu fortreytir at fáa úr pakkanum fyri at fáa eina ávísa upphædd. Men nakrar tillagingar verða gjørdar, segði hann og vísti á skeinkistøðini, sum ikki fáa endurgjald fyri sama tíðarskeið aftrat, sum tá tey fingu álagt at steingja.
Hann legði eisini dent á, at nýggi hjálparpakkin ikki er eitt úrslit av trýsti frá vinnuni.
– Vit gera ikki hjálparpakkar eftir, hvussu nógv trýst kemur uttanífrá. Vit hava tosað við vinnuna. Um tørvurin er stórur, so gera vit hjálparpakkar, annars ikki, segði Helgi Abrahamsen.