Leygardagin tapti Newcastle 3-0 á heimavølli fyri Liverpool. Seinast Newcastle spældi heima, taptu teir 4-1. Tí er einki at siga til, at lagið í norðurenska felagnum er vánaligt í løtuni.
- Vit eru komnir á botn, og nú skulu vit stríða okkum upp úr hesum holinum. Eg havi fyrr klárað at vent eini skeivari gongd, og tað er bara ein gongd leið. Vit mugu standa saman og stríðast, sigur venjarin Sam Allardyce við Sky Sports.