- Vit eru nøgd

Formaðurin í Starvsmannafelagnum var nøgdur við at fáa 0,9 prosent í lønarhækkan, og hann segði, at tað var ógvuliga umráðandi fyri felagið, at sáttmálin bert var galdandi í eitt ár.

Sáttmáli

Tað var ein troyttur, men nøgdur formaður í Starvsmannafelagnum, sum um hálvgum tólvtíðina hósdagin skrivaði undir ein nýggjan eitt-ára sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Gunnleivur Dalsgarð segði, at fyri felagið hevði tað stóran týdning, at sáttmálin bert var galdandi í eitt ár.

Hevur ligið í kortinum
- Eg haldi, at frá okkara síðu hevur tað allatíðina ligið í kortunum, at vit vildu hava ein eitt-ára sáttmála, soleiðis at vit kunnu fáa nøkur ting upp á pláss undan næstu samráðingunum. Vit hava eisini tikið landsstýrismannin upp á orðið, tá ið hann hevur biðið um arbeiðsfrið, so hava vit valt at taka hesa tíðina til at síggja tingini, hvussu tingini útvikla seg, segði Gunnleivur Dalsgarð beint eftir, at sáttmálin var undirskrivaður.

Sáttmálin er ein heild
Sum áðurnevnt hevur landsstýrið ætlanir um at skipa soleiðis fyri, at í sambandi við eitt møguligt verkfall eina aðru ferð, skulu strandfaraskipini ikki liggja still, og útjaðarin má ikki takast til fanga. Hesar ætlanir heldur Gunnleivur Dalsgarð tó ikki nógv um:
- Fyri okkum er sáttmálin ein heild, og allar tær funktiónirnar, sum liggja inni í sáttmálanum, skulu verða har. Vit hava ikki ætlanir um at gera nakrar serligar reglur fyri ávísar partar, og tí ætla vit ikki, at man skal fara at pilka partar burtur úr sáttmálanum, segði Gunnleivur Dalsgarð.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur seg eisini verða glaðan fyri, at ósemjan endaði í tinginum, men hann sigur, at Starvsmannafelagið setti sum treyt, at skulu tey fara aftur til samráðingarborðið, skuldi málið ikki fyri tingið.
- Tað vildu vit hava vissu fyri, og tað fingu vit eisini frá løgmanni. Vit fóru so aftur til samráðingarborðið, og nú er so eydnast at finna eina loysn, segði Gunnleivur Dalsgarð.
Áðrenn Starvsmannafelagið góðtók nýggja sáttmálan, hevði leiðslan í felagnum lagt semingsuppskotið fyri álitisfólkini hjá felagnum, og tá ið hesi høvdu góðtókið uppskotið, boðaði Starvsmannafelagið semingsmonnunum frá, at tey tóku undir við uppskotinum.
Gunnleivur Dalsgarð segði, tá ið sáttmálin var undirskrivaður, at limirnir beinan vegin fingu boð um at fara aftur til arbeiðis.