Vit eru nøgdir

Vit fóru eftir trimum stigum og fingu eitt, men vit eru nøgdir eftir at hava fingið javnt í móti oddaliðnum, segði Bill McLeod Jacobsen eftir dystin móti EB/Streymi


 
B68 berjist fyri lívinum í Formuladeildini, og tað sást eisini aftur á Svangasgarði í gjár.
- Vit fóru eftir trimum stigum og fingu eitt, men vit eru nøgdir nú eftir dystin, har vit spældu 1-1 móti EB/Streymi, greiðir Bill McLeod, venjari hjá B68, frá.
- Tað hevur víst seg hjá øðrum liðum, at tað ikki riggar at grava seg niður og verja móti EB/Streymi, og tí gjørdu vit av at fara fram á vøllin eftir teimum, og tað hevur kanska tikið teir á bóli, sigur vælnøgdi venjarin hjá B68.
- Tað var eisini rættiliga tilvitað, at vit kempa og stríðast so nógv sum vit gera, tí vit vóru greiðir yvir, at EB/Streymur hevur spælt eina rúgvu av dystum seinasta mánaðin, og at teir tí kanska vóru eitt sindur moyrir. Tað royndu vit at koyra upp á, og tað eydnaðist eisini, staðfestir Bill McLeod Jacobsen.
Í gjár fekk B68 altso javnleik í móti EB/Streymi, og áðrenn tað vunnu teir stórt í móti VB/Sumba, so nú sær av álvara út til, at menn trúgva upp á, at teir klára at leingja um tilveruna í bestu deildini við einum ári.
- Tað tekur tíð at venda einum seglbáti sum hesum, men vit hava arbeitt hart seinastu seks vikurnar, og eftir trý keðilig tap á rað sær út til, at tað er vent í holuni, so vit fara at koyra á, tað sum eftir er at spæla, sigur Bill McLeod Jacobsen, venjari hjá B68.