Suðuroyarsiglingin
?Trupulelikarnir, sum nú eru við at koma allari Suðuroynni, hava sín uppruna í tí vanlukkuligi avgerðini, sum varð tikin í 1996 um at selja Strandfaraskipið Teistan.
Henrik Old, Løgtingsmaður fyri Suðuroynna, sigur. at Suðuroyggin er ongantíð komin yvir søluna av Teistanum.
?Síðani Sambandsflookkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin seldi Teistan, hevur verið ruðulleiki í suðuroyarsiglingini, tí ongi hóskandi avloysaraskip hava verið fyri Smyril, tá ið hann hevur verið í dokk.
? Og tað bløðir Suðuroyggin enn fyri.
Men Løgtingsmaðurin gevur ikki Strandferðsluni skyldina.
? Í hesum føri hevur Strandferðslan onki val, uttan at seta Dugvuna í Sigling. Gjørdi hon ikki tað, var onki skip yvirhøvur.
? Strandferðslan kann ikki lastast fyri óskilið. Tað er einans Føroya Løgting, sum kann lastast, tí Løgtingið vil ikki játta Strandferðsluni nóg mikið av pengum rættstundis.
?Javnaðarflokkurin skeyt í fjør upp at keypa eitt avloysaraskip, men t að fall í Løgtinginum.
Hann sigur, at tað er ikki, fyrrenn á nýggjárinum at Strandferðslan veit, hvat hon hevur at arbeiða við tað komandi árið og tá er alt ov seint at finna hóskandi avloysaraskip.
? Tá eru ongi skip eftir á marknaðinum uttan tað skramblið, sum ongin annar vil hana, sigur Henrik Old.
Hann vísir eisini á, at ongin kann siga, at Løgtingið ikki kendi trupulleikan.
? Tað var longu í september, at Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, gjørdi vart við trupulleikan, men kortini vildi meirilutin av Føroya Løgtingið ikki taka neyðug stig.
Hann sigur, at tískil verður tað ein av fyrstu uppgávunum, sum nývalda Løgtingið má undir, at finna eina varandi loysn á Suðuroyarsiglini, so at hetta ikki hendir aftur.
? Antin má avloysaraskip keypast, ella má Strandferðslan í góðari tíð fáa játtan, so at hon fær høvið at finna eitt hóskandi avloysaraskip.