Tað er so mangt sum broytist á mansins ævi, verður tikið til, men tað eru eisini viðurskifti, sum kanska ikki broytast so nógv, men sum vit virðismeta. Eitt nú at koma í handil, har yrkislærd veita tær tí tænastu, sum tú hevur brúk fyri.
Tað er ein avbjóðing í sjálvum sær at veita fólki góða tænastu, heldur 52 ára gamla Sunnivá Zachariasen, sum gjørdi tað til sítt lívsstarv, at vera krambakvinna.
- Mær dámar væl arbeiðið og serliga eisini umhvørvið her á Kongabrúnni, her eg havi verið øll hesi árini. Eg hugsi ikki, at eg kann verða hetta fyri uttan, sigur Sunnivá Zachariasen, tá hon skal greiða frá, hví hon hevur verið á sama arbeiðsplássi øll hesi árini.
16 ára gomul fór hon í klædnahandilin hjá Hans Joensen í N. Finsensgøtu at arbeiða.Tá søgdu tær ungu genturnar, at tað var bara fyri fyrst, tær átóku sær hetta arbeiðið.
Gjørdi krambayrkið
til sítt lívsstarv
Soleiðis hugsaði Sunnivá ikki. Hjá henni var tað beinanvegin greitt. Tað at standa aftan fyri skivuna var eitt arbeiði, sum hon fegin vildi gera til sítt lívsstarv.
Tá hon hevði verið hjá Hans Joensen eitt skifti, hitti hon eigaran í klædnahandlinum ?Vogue³, sum bjóðaði henni arbeiði, og hon tók av.
Seinni skifti hon klæðini út við baksturvørum, tá hon fór at arbeiða í Heimabakaríinum hjá Doru Johansen, sum hevði til húsa har ?Hjá Gunnleivi³ á Gripsvegi, er í dag. Har var hon í nøkur ár, áðrenn hon fór til Gunnar Stockholm, klæðnahandilin við Hoydalsvegin at arbeiða.
Har arbeiddu nógv stuttlig fólk. Umframt Gunnar Stockholm, vóru m.o. Hansina Perstein og Oddvald Ørvarodd.
Sunnivá sigur, at Gunnar Stockholm var góður arbeiðsgevari, men at hann eisini kravdi nógv av starvsfólkunum.
- Hetta var helst fyrsti handilin, sum gjørdi nógv burturúr at veita viðskiftafólkunum góða tænastu, og ein ávís skipan var galdandi viðvíkjandi tænastuni, sum vit bjóðaðu, sigur Sunnivá.
- Hansina Perstein var 1. dama. Tað merkti, at tá fólk komu inn, so var hon tann fyrsta, sum tók ímóti teimum. Komu fleiri fólk inn, so var tað tann næsti aftaná 1. damuni, sum tóku ímóti o.s.fr..
Vit lærdu handverkið
- Tað var stuttligt arbeiði, og vit lærdu handverkið at selja eina vøru, og at hjálpa viðskiftafólkunum. Eitt nú, um spurt var eftir onkrum plaggi í einum liti, sum vit ikki høvdu, so skuldu vit draga alt fram og sannføra kundan um, at annar litur var fult so góður.
- Gunnar Stockholm dugdi so ómetaliga væl at selja. Hann var eisini ógvuliga fólkaligur og frintligur mótvegis øllum.
- Hann gjørdi eisini nógv fyri at starvsfólkini skuldu kenna seg virðismikil sum arbeiðsmegi.
- Tað skuldi vera ein avbjóðing, at fáa fólk at keypa frá okkum. Hetta gjørdi hann m.a. við at geva okkum bonus fyri at selja ávís vørusløg, og á tann hátt fingu vit nøkur oyru eyka í lønarposan.
Sunnivá sigur frá um teir longu, ofta strævnu arbeiðsvikunum, og tá bert sunnudagurin var heilur frídagur. Um lítið var at gera við hvørt, so plagdu tey at taka sær av løttum.
Ein íbúð hoyrdi til leigumálið hjá handlinum, og har plagdu tey at baka pannukøkur og tílíkt, um stundir vóru til tað.
Til arbeiðis
við stokkum
Oddvald Ørvarodd var skræddari, men hann arbeiddi eisini í handlinum.
- Oddvald var so dugnaligur at binda. Hann hevði ofta stokkarnar við sær til arbeiðis. Var ein friðarlig løta, plagdi hann at seta seg inn í eitt av royndarhølunum at binda.
- Um hetta mundið vóru ikki nógvir klædnahandlar á bygd, og tí komu eisini nógv fólk til Havnar at keypa. Um tað ikki lá fyri at koma í handilin, sendu vit úrval av klædnavørum til fólk á bygd.
- Hetta var helst eisini fyrsti handil í Føroyum, sum fór undir eina avgjaldsskipan. Vit seldu fólki vørur, móti at gjalda ávíst útgjald, og restina yvir nakrar mánaðir, sigur Sunnivá.
Postordraskipanin og tað at fólk høvdu samskifti við okkum yvir longri tíð, hevði við sær, at vit komu at kennast væl, og eisini, at vit fingu nógv og ofta skemtilig brøv frá viðskiftafólkum.
Brævaskifti
- Serliga minnist eg eitt bræv frá eldri konu. Hon skrivaði á donskum, sum nógv gjørdu tá, og byrjaði við: ?Kære Gunnar³. Víðari skrivaði hon m.a. ?Vi to, som har haft så meget sammen³ o.s.fr..
- Við hesum sipaði hon helst til gjaldsavtalu ella tílíkt, hóast tað kundi misskiljast, men Gunnar Stockholm var ógvuliga fegin um hesi brævasambondini, og at hann goymdi øll brøvini.
Sunnivá giftist 19 ára gomul við Milson Zachariasen, og fimm ár seinni fingu tey eina dóttur, og fimm ár seinni, kom sonurin.
Hon var 22 ára gomul, tá hon fór at arbeiða hjá Niels L. Arge. Av sínum eintingum fór hon oman á Kongabrúnna at spyrja um arbeiði.
Hon hevði tá verið hjá Stockholm í nøkur ár, og hevði hug at royna annað arbeiði. Orsøkin til at hon ynskti sær arbeiði hjá Niels L. Arge, var m.a. tí henni dámdi so væl handilin og umhvørvið á Kongabrúnni.
Sunnivá hevði arbeitt hjá Niels. L. Arge í eini tvey ár, tá tey fingu fyrsta barnið, 24 ára gomul.
Tá í tíðini vóru umstøðurnar at fáa barsilsfarloyvi ikki sum í dag. Barnakonur fingu frí í tveir mánaðir við løn, og so varð farið aftur til arbeiðis.
Um hetta mundið bygdi familjan sær sethúsini, og tað merkti sum vanligt var, at brúk var fyri tveimum inntøkum.
Skiftust um at arbeiða úti
Sunnivá var heppin at fáa dóttrina í vøggustovu hjá Nancy Yviri við Strond, og hon arbeiddi úti heilan dag til dóttirin var fimm ára gomul. Tá sonurin kom, fór Sunnivá at arbeiða hálvan dag. Torført var at fáa ansingarpláss, men av tí at Melson Zachariasen starvaðist í Útvarpinum og hevði skiftandi arbeiðstíðir, kundu tey skiftast um at arbeiða úti, so at annað teirra altíð var heima hjá tí lítla.
Tey vóru meira heppin, tá dóttirin kom, tí hon slapp í vøggustovu beinanvegin. Har vóru børnini til tey fyltu trý ár. So kom avbjóðingin at fáa eitt barnagarðspláss.
Tað var kortini ikki sum at siga tað. Ansingarplássini hingu ikki á trøðunum, men møguleikarnar at fáa børnini inn, vóru eitt sindur serstøk, í mun til tað vit kenna í dag.
Í bíðirøð kl. trý á nátt
Sunnivá fekk at vita, at eini átta pláss vóru leys í barnagarðinum hjá nonnunum hetta árið, og at tey, sum kom fyrst til uppskrivingardagin, fingu plássini.
- Fyri at tryggja mær pláss, fór eg niðan til Nonnurnar kl.trý náttina fyri. Eg helt, at eg fór at sita einsamøll hesa náttina, og gjørdi meg væl út. Við mær hevði eg stokkarnar, eitt teppi og eina kannu av kaffi.
- Tá eg kom niðan, høvdu fleiri fólk fingið sama hugskotið, og vit sótu og bundu og prátaðu alla náttina. Tíbetur vóru veðurgudarnir við okkum, tí veðrið var avbera gott, sigur Sunnivá brosandi.
Klokkan seks á morgni komu nonnurnar framvið, tær fóru til morgunmessu. Tá tær komu út aftur úr kirkjuni, lótu tær upp, so vit sluppu inn at sita, og bjóðaðu okkum ein drekkamunn.
- Kl. átta byrjaði uppskrivingin, men eg kom á bíðilist - tó sum nr. eitt. Tá barnagarðurin byrjaði hetta árið, slapp dóttur okkara inn kortini, sigur Sunnivá.
Nú børnini eru tilkomin, og tey eiga eitt ommubarn, sum býr í Danmark, er hugaligt at hava arbeiðið at fara til, heldur Sunnivá. Hon arbeiðir nú bert aðru hvørju viku, og tað vildi hon ikki verið fyri uttan.
- Eg eri so von at ganga leiðina oman á Kongabrúnna. Havi eg ikki gingið handan vegin nakrar dagar, leingist mær oman aftur, sigur Sunnivá.
Trivnaður á arbeiðsplássinum
- Handilin á Kongabrúnni, hevur altíð verið gott arbeiðspláss. Tað var tað eisini tá Niels L. Arge skipaði fyri, eins og í dag, nú Tummas og Sólrun Arge hava tikið yvir. Tey eru so einastandandi móti starvsfólkunum.
- Tey duga so væl at fáa starvsfólkini, sum eru eini sjey- átta í tali, at trívast og kenna seg væl.
- Vit eru sum ein familja, sigur Sunnivá, sum ikki rættiliga veit, hvussu hon skal málbera seg, tá hon skal greiða frá, hví hon hevur verið á sama arbeiðsplássi øll hesi árini.
Harnæst er tað samskiftið við viðskiftafólkið, sum trúliga vitja aftur í handlinum, annaðhvørt tí tey skulu keypa okkurt, ella bara fyri at práta.
- Tað var eitt sindur stilt í nøkur ár, men nú hendir altíð okkurt.
- Fyrr vóru tað bátarnir sum løgdu at her, men tá tær vánaligu tíðirnar vóru rutur lagdar niður, men tað er tíbetur broytt. Nú er Farstøðin komin, við sínum ferðafólkum, Cafe Natúr og Ferðaráðið, sum dregur nógv fólk til økið við Kongabrúnna - fyri ikki at gloyma øll starvsfólkini í Tinganesi. Tað er so hugaligt.
Føroyingar heimsins tolnasta fólkaslag
Um viðskiftafólkini hjá mær hesi árini? - Tað kundi verið so mangt at tikið fram, men ógvuliga sjáldan keðiligar hendingar.
- Tú kanst siga so nógv um føroyingar, men eg haldi at tolnari fólkslag finst ikki, sigur Sunnivá.
Her sipar hon til stóru arbeiðsbyrðuna á verkstaðnum, sum um ólavsøkumundið og jóltíðir hava so nógv at gera.
- Onkuntíð røkkir tíðin bara ikki til, og fólk mugu fara avstað aftur sum av torvheiðum. Tað, at tey fara avstað aftur við einum smíli, hóast tey ikki fingu tað, tey komu eftir, havi eg mangan undrast á, sigur Sunnivá.