- Vit, sum eru vald á Føroya Løgting, eru skilafólk.
Hesa avgjørdu útsøgnina eigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Tá ið fíggjarlógin varð endaliga samtykt, gjørdi Løgmaður nógv burturúr at greiða Løgtinginum frá teimum positivu árinunum førdi politikkurin hjá samgonguni hevur.
Í hesum sambandi staðfesti hann, at tey , sum eru vald á Føroya Løgting, bæði løgtingslimirnir í andstøðuni og í samgonguni, eru skilafólk.
- Vit eru toppurin í Føroyum, sum eru vald á Løgting og eg haldi, at vit hava livað upp til álitið, segði hann.
Tað, løgmaður vísir á, er, at tað hevur verið stórur framburður í føroyska samfelagnum hesi seinastu fýra árini.
Tað var munandi hugaligari at fara í jólafrí í ár, enn tað var í 2009, tá ið øll í Løgtinginum sótu og hugdu niður í gólvið, tí tá vórú útlitini, at hallið á fíggjarlógini fór at verða eina milliard.
Men nú er hallið fleiri hundrað milliónir lægri, enn útlit vóru til og tað eiga vit at fegnast um.
Samstundis hava vit eitt arbeiðsloysið upp á 4,6% og tað er bara eitt einasta land í øllum Evropa, har arbeiðsloysið er lægri og tað er í Eysturríki, har arbeiðsloysið er eitt pikkalítið vet lægri, ella 0,3% lægri enn okkara.
Samstundis tosa tey í ES um, at eitt arbeiðsloysið á 3-5% er í veruleikanum onki arbeiðsloysi, so vit eru avgjørt á rættari kós.
- Vit eru ikki í einum kreppubúskapi, tí vit hava stýrt so væl hesi seinastu fýra árini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
- Tað eiga vit at fegnast um og tað má tæna okkum til heiðurs legði hann afturat.
Løgmaður segði, at næsta ár fara vit at brúka 400-500 milliónir til íløgur og tað fer at síggjast aftur á arbeiðsmarknaðinum.
Hoyr orðini hjá Løgmanni niðanfyri: