Seinasta fríggjadag landaðu partrolararnir, Grønanes og Vesturtúgvan. Teir vóru báðir fullir undir lúkurnar av stórum og góðum upsa, sum teir høvdu fingið eystanfyri.
- Nú var eg ikki við síðsta túr, men veiðan var bæði stórur og góður upsi - og so var nakað av toski eisini, sigur John E. Johannesen, skipari á Grønanesi, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Hann vísir á, at fiskiskapurin eftir upsa hevur verið brúkiligur seinastu tíðina, og haraftrat hevur støddin á upsanum verið góð.
- Jú, støddin hevur verið so mikið góð, at nokso stórur partur av veiðini er kruvt við hond, og tá er fiskurin oman fyri einar 60 sentimetrar.
Skiparin vísir á, at teir síggja ógvuliga lítið av smáum upsa í løtuni, og um tað gott ella ikki, vil hann ikki gera seg klókan uppá.
- Vit hava roynt mest á grunnum seinastu tíðina, tí tað er har, upsin er. Úti á tí vit kalla “ytru leið”, sum er umleið 150 favnar og djúpri, hevur eingin fiskur verið.
John E. Johannesen heldur, at tað óiva er ov kalt, tí har er hitin komin niður móti trimum hitastigum, og upsin trívist best í 6-7 hitastigum.
- Grønanes og Vesturtúgvan fara avstað aftur í dag. Seks mans eru við hvørjum skipi, verður lagt aftrat.