Eins og við Randi Wardum hjá Kyndli, høvdu vit Báru Skaale Klakstein gjøgnum telefonina, har vit fregnaðust um vónirnar til finaludagin, hvussu kappingarárið hevur hilnast, umframt týdningin av at hava eitt lið í einari steypafinalu.
Heilt serligt í finaluni
- Ein finala er nakað heilt serligt, og eg vil ikki siga, at vit eru so stórir favorittar, sum fjølmiðlarnar vilja hava okkum at vera. Tað er heilt ørðvísi í einari steypafinalu, enn í Sunset kappingini. Tað er bert ein dystur, og rakar man ikki dagin, verður man straffaður alt fyri eitt, sigur Bára Skaale Klakstein, ið var til arbeiðis, tá vit fingu orðið á hana.
Styrkt Stjørnulið
Seinastu dystirnar hevur Stjørnan havt gleði av at Durita Ljósstein er komin aftur úr Danmark, og Bára metir hana, hóast hennara unga aldur, duga ómetaliga væl at lesa spælið. Og umframt Duritu, hevur Stjørnan fingið Joan Midjord Djordjevic aftur á liðið. Joan hevur ikki fingið spælt vegna trupuleikar við eina fingrinum, men hevur tó vant saman við liðnum…Nú kann hon so nýta hondina aftur, og hon verður eisini við í hópinum, ið fer til Havnar leygardagin.
Vænta sær ein javnan dyst
- Eg meti ikki, at tað fer at gerast ein lættur dystur hjá okkum, og eg vænti at Kyndil fer at reisa seg til umstøðurnar.
- Tað fer óivað at vera eitt heilt annað Kyndilslið, vit fara at møta leygardagin, men líkamikið hvat, so skulu vit vinna dystin, og eg eri sannførd um at raka vit dagin, so vinna vit steypið til Klaksvíkar. Vit fara í øllum førum at gera alt í okkara makt fyri at vinna dystin, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Bára Skaale Klakstein
Góður stuðul
Vit hava altíð havt góðan stuðul frá áskoðaraplássunum, og tað er ikki bara til steypafinalur. Til allar dystir hava vit fingið dyggan stuðul, og tað merkist inni á vøllinum. Tað fjálgar, sigur Bára, ið hevur verið ein av stuðulsleikarunum hjá Stjørnuni í fleiri ár. Bára metir, at tað er av alstórum týdningi, at vinna steypafinaluna, og um so er, er tað eisini uppiborið, sigur hon, tí vit hava veruliga kempað fyri hesum.
- Vit hava stríðst og strevast til harðar venjingar í langa tíð, og tí følist tað so ómetaliga deiligt, tá man móti endanum stendur við steypi og heiðursmerkjum um hálsin, sigur Bára.
Týdningurin
Tað er av alstórum týdningi fyri eitt felag at vinna eina steypafinalu, ella eitt FM-heiti. Tað skapar ein rættuligan dynamikk, og dregur tey yngru frameftir. Tey hava nakað at gleða seg til o.s.fr. Man kann tosa um, at tað kann útloysa eina pyramidu-effekt, tí fleiri ungdómar ynskja ivaleyst at fara at spæla hondb´lt, um besta liðið vinnur okkurt, og breiddri botnurin er, hægri nær toppurin- størri gerst pyramidan, og tað man ivaleyst vera endamálið hjá einhvørjum ítróttarfelagi.
Tá alt hetta er sagt, verður ynskt báðum liðum alt tað besta, og ein góðan dyst.
Í boks:
Kvinnur
1987 Neistin I-Neistin II 13-12
1988 Neistin I-Neistin II 16-13
1989 Neistin-Søljan 29-07
1990 Neistin-Kyndil 25-12
1991 Skála-VB 12-11
1992 Neistin-Kyndil 16-09
1993 VB-Stjørnan 21-13
1994 Neistin-Stjørnan 15-14
1995 Neistin-Stjørnan 23-14
1996 Neistin-Kyndil 18-10
1997 Neistin-Kyndil 23-18
1998 Neistin-Kyndil 21-18
1999 VÍF-StÍF 21-20
2000 Kyndil-VB 22-21
2001 VÍF-VB 31-18
2002 VÍF-Stjørnan 22-18
2003 VB-VÍF 19-18
2004 Stjørnan-VB 20-19
2005 Stjørnan-Neistin 23-18
2006 Neistin-Stjørnan 18-14
2007 Stjørnan-VB 31-28
Vinnarar frá 1987-2006:
Neistin 11
VÍF 3
Stjørnan 3
VB 2
Skála 1
Kyndil 1