John Johannessen
Seinastu tíðina hevur Heri verið kring prestagjadið og takkað fyri seg. Og ikki eru tað fá tár, ið follin eru, tá ið Heri hevur borið fram orðini: - Og so fari eg at takka fyri hesi frálíku 9 árini, ið eg havi havt saman við tykkum.
Í ávísari kikrju var onkur so rørdur um, at Heri nú fer úr Suðuroynni, at hesin reisti seg upp við tárum í eygunum og helt vakra skilnaðartalu.
Seinasta guðstænastan hjá Hera í Suðuroynni, áðrenn hann fer til til Havnar, varð hildin í Vágs Kirkju fyrsta sunnudag í advent. Og fjøldin, ið var samankomin til hesa fráfaringarguðstænastu var ikki lítil. Tað vóru eini 400 fólk í kikju í Vági hendan dagin. Harafurat var kirkjukórið Ljómur komið at syngja til Guðstænastuna, ið eisini innihelt barnadóp. Og seinastu suðuroyingurin, ið doyptur varð av Hera Joensen á hesum sinni, var Maibrit Jóna Joensen, ið er dóttir Heidi og Jón Dahl Joensen úr Vági.
At koma og at fara
Burturúr prædikutekstinum til fyrsta sunnudag í advent, tók Heri, prestur, serliga fram orðini at koma og at fara. Hann tosaði um, at nú, tá ið vit eru stigin inn í eitt nýtt kirkjuár, so hugsa vit helst um tað, sum komið ella farið er. Hetta passaði serstakliga væl til, at nú varð stigið inn í eitt nýtt kirkjuár, og at nýggjur prestur skal koma og tann fyrrverandi fara.
Eftir prædikuna helt Heri stutta skilnaðarrøðu, og segði hann m.a.:
- Nógv vatn er runnið í havið síðan oktober 1989, tá ið vígsla og innsetingarguðstænasta var her í kirkjuni, og hetta hava verið 9 góð ár, sum vit ikki høvdu viljað verið fyriuttan. Her í kirkjuni hava vit samlast til hinar stóru samanhangirnar í lívinum, í gleði og í sorg, men eisini til vanliga guðstænastu. Og takki eg teimum serliga, sum trúføst eru komin hvørjaferð klokkurnar hava kallað.
- Takk til kirkjutænarar, sum á allan hátt hava verið við til at fyrireika guðstænasturnar og gjørt sítt til, at tað hevur gingið so væl. Takk fyri gott samarbeiði og hugnaligar løtur í kirkjuni. Takk fyri innstillingina í sínari tíð, og takk fyri tann góða anda, ið her altíð hevur verið. Ongantíð er eitt øvugt orð komi frá tykkum.
-Tað er við blandaðum kenslum, at vit nú fara higani, tó eg lovi at koma aftur til føstuguðstænastu og, um Guð vil, onkran sunnudag eisini, tí bondini higar eru tað strek.
-Hóast vit flyta til Havnar, so hittir ein altíð suðuroyingar uppi í SMS seinnapart á degi, áðrenn Smyril fer suður, so eg rokni við at gera ein túr oman hagar av og á, fyri at fáa eitt prát ella tíðindi úr Suðuroynni.
- Eg fari at ynskja Guðs vælsignilsi yvir hvønn einstakan og kirkjuliðið í sínari heild, og á hendan hátt takka fyri okkum.
-Tøkk Ljómur fyri sangin í dag. Tøkk núverandi kórfelagar og fyrrverandi. Somuleiðis tøkk kirkjutænarar, nýggir eins væl og fyrrverandi. Øllum hevur tað verið gleðiligt og lærríkt at arbeitt saman við.
Kaffi og køkur
Seinnapartin var opið hús í prestagarðinum í Vági. Nógv fólk stukku inn á gólvið - eini 300 fólk, og presturin fekk nógvar gávur frá ymsum fólkum og felagssakapum
Presthjúnini meta, at tey høvdu vitjan av eini 300 fólkum, ið komu at ynskja teimum alt tað besta framyvir, og ynskja tey at takka hesum fólkum fyri heilsanirnar.