Í morgun leggur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fram kanning, nevnd »Vit flyta ikki longur enn hini«.
Í kanningini verður spurt, um ÚSUN-studentarnir eru pengarnar verdir.
Fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum vísir á, at lesandi uttan fyri Norðurlond fáa 12 milliónir í studningi árliga.
– Men hava tey áhuga fyri føroyska samfelagnum? Ætla tey heimaftur? Tað eru hesar spurningar, sum verða svaraðir í kanningini, sum verður løgd fram í morgun.
Sambært Sjúrði Skaale er kanningin ein lýsing av støðuni og hugburðinum hjá teimum, sum fáa studning gjøgnum ÚSUN-skipanina.
– Føroyingar, sum lesa uttan fyri norðurlond, kundu til fyri fáum árum síðani fáa upp í 120.000 kr. í skúlagjaldi rindað úr Føroyum gjøgnum ÚSUN. Hetta tal er nú lækkað niður í 80.000 kr. Men flestu skúlar kosta minni, og tí er meðaltalið, sum tey lesandi fáa, góðar 50.000 kr. um árið, vísir hann á.
Ein fimm ára útbúgving kostar sostatt landskassanum í meðal 250.000 krónur. Í 2011/12 kostaði ÚSUN-skipanin 11.792.000 krónur. Sama ár tóku studentarnir lán fyri tilsamans 2.128.000 krónur. Og teir gerast fleiri og fleiri. Í 2003 vóru teir 71 - í 2013 eru teir 221.
– Tosað verður nú um at leggja allan tann føroyska studningin um til lán ella at skipa so fyri, at um hesi fólk ikki koma aftur innan ávísa tíð, verður upphæddin konverterað til lán. Hvat skulu vit gera? Fáa vit nakað fyri tað, vit rinda? Og hvat er tað, vit rinda fyri? Hvørji eru hesi fólkini? Hava tey samband við føroyska samfelagið? Eru tey áhugað í tí?
Og fer tað at hava nakran týdning, um vit ikki rinda hesar pengarnar? Fara tey at setast aftur, um tey sjálv mugu rinda?
Tað er fyri at fáa svar upp á hesar spurningarnar, og soleiðis styrkja grundarlagið undir kjakinum um ÚSUN-skipanina, at Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt kanningina.
Vit venda aftur til málið seinni.