Vit fylgja málinum upp

- 800.000 krónur til fýra mál er ikki nógv, tí fara vit at fylgja málinum upp og royna at fáa Norðurlandaráðið at játta pening á fíggjarlógini árini framyvir til orðabókagerð, sigur Dan R. Petersen, løgtingslimur og umboð í Norðurlandaráðnum í viðtali í dag um karmar og úrslit í arbeiðinum í Norðurlandaráðnum.

Avgjørt tað størsta bragdið føroyingar hava avrikað í Norðurlandaráðnum var, tá ið vit fingu Norðurlandahúsið fyri 15 árum síðani. Tað var serliga Ellindur Patursson, sáli, sum umboð í Norðurlandaráðnum stríddist fyri hesum tí størsta mentanardeplinum í Føroyum hóast mótstøðu millum egnu landsmenn. Húsini vórðu bygd fyri norðurlendskar pengar og meginparturin av rakstrinum kemur somuleiðis úr Norðurlandaráðnum.

Føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum hetta valskeiðið hava - hóast tey bara hava sitið stutta tíð - eisini fingið væl av skafti. Teir báðir Dan R. Petersen úr Javnaðarflokkinum og Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum hava fingið uppskot samtykt um at styrkja smámálini í Norðurlondum. Uppskotið varð lagt fyri Norðurlandaráðið í summar og fyrst í hesum mánaðinum varð tað samtykt. Hetta kann sigast vera stórt avrik, ið avgjørt fer at gagna føroyska málinum um vit duga at gera gagn av tí.

- Vit bygdu uppskotið á eitt álit, ið ein arbeiðsbólkur hevði gjørt, har sagt varð, at nógv smámál eru í vanda og at fleiri fara at doyggja út. Í Norðurlandaráðnum eru Jógvan við Keldu og eg ikki partamenn, men vit arbeiða sera væl saman. Norðurlandaráðið er øgiliga partapolitiskt, Jógvan er saman við teim konservativu og eg saman við teim sosialdemokratisku. Ein stórur partur av arbeiðinum gongur fyri seg innanflokka, greiðir Dan R. Petersen frá.


Byrjunartrupulleikar

Á fyrsta fundinum í Norðurlandaráðnum, har føroysku umboðini vóru við, - tað var seinast í juni í ár -, løgdu tey uppskotið fram í felag.

- Óroyndur sum eg var rendi eg meg beinanvegin í mannagongdina, sum verður brúkt. Eg fekk at vita, at tað er ikki tradisjón fyri, at ein sosialdemokratur leggur uppskot fram saman við einum konservativum. Síðani fekk eg at vita, at sosialdemokratiski bólkurin, sum eg eri partur av, altíð skal kunnast um eitt mál, áðrenn tað verður lagt fram. Eg fekk eisini at vita, at uppskotið var natiónalt, sum skuldi gagna føroyingum í Føroyum og tað er í stríð við galdandi reglur í Norðurlandaráðnum, sigur Dan R. Petersen.

Í Norðurlandaráðnum er ein sokallað trílandaregla, ið merkir, at um trý lond kastað saman um eitt uppskot, kann stuðul útvegast til natiónal uppskot. Og tað var hetta sum var gjørt í sambandi við uppskotið um orðabókaútgávu.

- Tað var sera tungt at byrja við, men so fingu vit íslendingarnar uppí. Upprunauppskotið fevndi um grønlendskt, føroyskt og samiskt, men tá ið vit fingu íslendskt uppí kom glið á, sigur Dan R. Petersen.


Rennandi kelda

Uppskotið førdi tað við sær, at 800.000 krónur verða játtaðar Nordisk Språkråd, sum har allar málnevndirnar í Norðurlondum eru umboðaðar, at ráða yvir. Forløg, ið gera og geva út orðabøkur úr og í fremmant mál, kunnu søkja ráðið um pengar.

- Vit ætla at fylgja málinum upp soleiðis at játtanin verður verandi á fíggjarlógini árini framyvir, tí 800.000 krónur til fýra mál gevur ikki nógv í part. Er tað hinvegin ein kelda, ið rennur alla tíðina, kann tað vera til stóra hjálp. Og tað rokni eg við, at vit fáa ígjøgnum, sigur Dan R. Petersen.

- Vit hava møtt stórari vælvild frá øllum hinum Norðurlondunum. Tað er eitt vinarligt og hugnaligt umhvørvi í Norðurlandaráðnum. Landamørkini eru burtur, einastu mørkini, ið skilja okkum eru tey partapolitisku. Og tað eigur at vera so. Fyri nøkrum árum síðani hevði Norðurlandaráðið eitt annað býti. Tá sótu ymisku londini fyri seg og arbeiddu fyri sínum egnu áhugamálum. Tað var tungt og ringt at fáast við. Tí vóru landamørkini strikað og tí sita ymsu politisku eindirnar fyri seg, sosialdemokratarnir fyri seg, konservativu fyri seg og so framvegis. Politikarar í hinum Norðurlondunum vita nógv um Føroyar, hava stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum og kenna nógvar føroyingar.

- Vit eru opin fyri góðum hugskotum. Í slíkum høpi og annars sum politikari kennir tú teg eitt sindur einsamallan. Eg kundi hugsað mær at fingið eitt kjak í lag í Føroyum um, hvat vit kunnu geva Norðurlondum. Fólk hava vunnið kappingar um vinnulívsverkætlanir og hvørt av sínum, men so kemur tað ikki longur. Tað eigur at bera til at gera okkurt av hesum uppskotunum til veruleika, sigur Dan R. Petersen.


Gjalda gildið

Eitt mál, ið stendur ovalaga á skránni hjá báðum umboðunum í Norðurlandaráðnum er, at skjóta upp, at føroyingar rinda fyri egnu umboðanina í Norðurlandaráðnum.

- Tað er eitt sindur snópisligt, at vit ikki gjalda okkara limaskap í Norðurlandaráðnum. Hini londini rinda eitt hálvt prosent á fíggjarlógini og vit kundu hugsað okkum, at vit settu sama prosenttal av á okkara egnu fíggjarlóg. Eg ivist ikki í, at vit fáa undirtøku fyri hesum í tinginum. Tað snýr seg um slaka 1,5 millión krónur um árið. Tá ið vit leggja eitt uppskot fyri Norðurlandaráðið, ið kostar pengar, kenna vit okkum betri um vit sjálvi rinda okkara part. Vit fara at reisa málið yvir fyri dønum, sigur Dan R. Petersen.

- Hesin spurningurin varð reistur fyri nøkrum árum síðani yvir fyri dønum. Tá avvístu teir tankanum við teirri grundgeving, at vit eru partur av teirru donsku umboðanini. Men nú rokni eg við, at teir taka undir við hesum. Vit atkvøða sum vit eru sjálvstøðug, tað bindur okkum ikki á nakran hátt, at vit eru partur av donsku umboðanini, sigur Dan R. Petersen.

At føroyingar fara út um landið eitt nú í Norðurlandaráðið at kæra okkara neyð og biða um pengar til til dømis orðabókagerð, heldur Dan R. Petersen ikki vera skeivt. Men er tað ikki heima hjá okkum sjálvum, at vit skulu skapa fortreytirnar?

- Jú, sjálvandi eiga vit tað. Norðurlandaráðið kann seta spurnartekin við, hví tað skal stuðla orðabókagerð í Føroyum, tá ið føroyingar sjálvir ikki gera nakað við tað. Hetta er ein eymur spurningur og sjálvandi eiga vit at stuðla okkara egnu mentan.


Umboðanin broytast

Eitt annað mál, ið Dan R. Petersen ætlar at reisa í Norðurlandaráðnum er at broyta føroysku umboðanina soleiðis føroysku umboðini ikki sita í somu nevnd.

- Bæði Jógvan og eg sita í Norðurnevndini undir Norðurlandaráðnum, sum er ein mentamálanevnd. Eg kundi hugsað mær at sloppið í nærnevndina, ið tekur sær av til dømis fiskiveiði- og umhvørvisspurningum. Taktiskt er tað skilabetri, at vit sita í hvør sínari nevnd. Álendingar og grønlendingar hava býtt seg á henda hátt. Eg havi nevnt hetta fyri formansskapinum í Norðurlandaráðnum og tey eru vælviljað. Støðan er kortini tann, at nevndirnar eru valdar og tí kunnu broytingar ikki fara fram nú - ikki uttan at onkur parlamentarikari víkir, sigur Dan R. Petersen.

Tað var miðskeiðis í sjeytiárunum, at Føroyar fingu umboð í Norðurlandaráðnum sum partur av donsku umboðanini. Føroyska umboðanin er vanliga býtt millum andstøðuna og samgonguna. Norðurlandaráðið varð stovnað í 1952. Tað er eitt forum av parlamentarikarum, sum hava ein yvirbygnað, ið eitur ráðharraráðið. Tað er misjavnt, hvussu stórt ráðharraráðið er, parlamentarikararnir eru 87 í tali. Grønlendingar og føroyingar eiga tveir í part av teirri donsku umboðanini, og álendingar eiga tveir á teirru finsku umboðanini. Fíggjarlógin hjá Norðurlandaráðnum er 930 milliónir krónur. Næsti fundur í Norðurlandaráðnum verður 8. februar í Helsinki.