­ Vit gera hetta fyri at fáa fleiri fólk at svimja

Heri Lava Olsen, leiðari í svimjihøllini í Gundadali, sigur, at nýggju sólirnar hjá svimjihøllini ikki eru keyptar fyri at leggja seg út í kapping við tær privatu sólmiðstøðirnar. Hann sigur, at keypið er ein íløga, ið skal fáa fleiri fólk at nýta svimjihøllina.

­ Ja, vit hava valt at lata fólk sleppa til sól, uttan at tey skulu gjalda fyri svimjing umframt. Ein av orsøkunum til hetta er, at vit vænta, at fólk, ið bert koma fyri at fáa sólviðgerð, fáa brell at fara at svimja. Á hendan hátt fáa vit fleiri at nýta svimjihøllina, sigur Heri Lava Olsen, leiðari í svimjihøllini í Gundadali í sambandi við, at privatriknar sólmiðstøðir eru ónøgdar við, at svimjihøllin nú er farin undir at reka sólmiðstøð.

Leiðarin í svimjihøllini sigur, at ætlanin als ikki er at kubba høvdið av nøkrum, men harafturímóti at betra um svimjihøllina og vekja áhuga fyri møguleikunum at svimja í svimjihøllini.


Minni arbeiði

Heri Lava Olsen sigur, at sólirnar, ið svimjihøllin higartil hevur havt, vóru blivnar ov gamlar, og orsaka av, at peningur var lopin av hjá svimjihøllini í fjør, varð avgjørt at keypa tær nýggju dygdargóðu sólirnar, ið svimjihøllin nú hevur.

­ Tað, at fólk ikki longur skulu gjalda fyri svimjing, tá tey fara til sólviðgerð, ger, at vit sleppa undan einari rúgvu av arbeiði í búrinum. Áður varð ringt og spurt eftir tíð at koma til sólviðgerð, og vit skuldu so krossa av, nær sólirnar vóru upptiknar. Við nýggju sólunum, ið ikki krevja, at ein liggur so leingi, hava vit teirri skipan, at fólk koma tá tey hava hug, og er ein sól til taks, so skulu tey bert lata pening í hana fyri at fáa sólviðgerð. Hetta sparir okkum fyri einari rúgvu av arbeiði, sigur Heri Lava Olsen.


Vanligt aðrastaðni

­ Ætlan okkara er ikki at máða støðið undan teimum privatu sólmiðstøðunum. Vit hava bert keypt okkum betri sólir fyri at hækka tænastustøðið, og tað mugu vit hava loyvi til, sigur Heri Lava Olsen. Hann leggur afturat, at tað als ikki er óvanligt, at svimjihallir veita sólviðgerð, uttan at neyðugt skal vera at gjalda fyri svimjing umframt.

­ Tá eg eri uttanlands, vitjið eg altíð svimjihallirnar í teimum ymsiku býunum, og havi eg tilsamans vitjað væl av svimjihallum. Flestar av hesum svimjihallum hava eisini sólir, og bjóða flestu teirra eisini sólviðgerð, uttan at neyðugt er hjá viðskiftafólkunum at gjalda fyri svimjing umframt, sigur leiðarin í svimjihøllini í Gundadali.

Heri Lava Olsen sigur, at hann veit um ein tilburð í Danmark, har ein privatur hevði sólir í einari kommunalari svimjihøll. Í hesari svimjihøllini var neyðugt hjá teimum, ið ætlaðu at fáa sólviðgerð, at gjalda fyri svimjing afturat prísinum fyri sólviðgerð. Men tá hesin gavst og kommunala svimjihøllin yvirtøk sólirnar vendist við í holuni. Tá varð nevniliga ikki longur neyðugt at gjalda fyri svimjing umframt, og var talan her um eina kommunala svimjihøll. ­ So tað ið vit gera er als ikki nakað, ið er óvanligt aðrastaðni, sigur Heri Lava Olsen.


Eingin eykajáttan

­ Vit hava ikki fingið nakara eykajáttan frá býráðnum at keypa sólir fyri. Nei, sólirnar eru keyptar fyri pening, ið lopin er av frá seinasta ári. Tað er nevniliga so, at svimjihøllin er undir einum blokki. Hetta vil siga, at um svimjihøllin hevði avlop í fjør, ja so verður avlopið lagt afturat blokkinum í ár. Var tað so, at vit høvdu havt undirskot, ja so hevði peningurin verið drigin frá blokkinum í ár, sigur Heri Lava Olsen.

­ Staðfestast skal, at talan er um eitt keyp, ið er fíggjað við avlopi frá rakstrinum og ikki nakrari eykajáttan. Býráðið hevur einki havt við keypið at gera. Tískil kann eg antin fáa herðaklapp ella spark í afturpartin frá býráðnum fyri keypið, skemtar Heri Lava Olsen.

Leiðarin í svimjihøllini sigur, at um talan var um eina eykajáttan til at keypa sólir fyri, so høvdu fólk orsøk fyri at finnast at keypinum. Men hann heldur ikki, at nakað er at finnast at í hesum føri.

At enda sigur Heri Lava Olsen, at hann vónar, at nýggju sólirnar, mýkibeinkirnir, gosbaðið, hitarúmini og ikki minst hyljarnir fara at geva svimjihøllini nógv viðskiftafólk í 1999. Hann sigur, at 1998 var fjórbesta árið hjá svimjihøllini, síðan hon lat upp í 1982. Í 1998 vitjaðu 142.000 viðskiftafólk svimjihøllina í Gundadali.