Vit geva okkum stundir til hvønn annan

Fríðálvur A. Jensen, ummælari, svarar spurningum um ólavsøku

Ummælarin Fríðálvur A. Jensen svarar her spurningum um ólavsøku.

 

 

 

Hví fert tú á ólavsøku?

 

– Ólavsøkan er okkara tjóðarhátið, so onkursvegna vil eg eisini verða ein partur av tí savningini, sum hátíðin er fyri okkum føroyingar. Eg haldi eisini, at ólavsøkan er ein savnandi staðfesting um, at vit her á oyggjunum vilja seta tíð av til tímiliga og andaliga samveru, sum er gott fyri tann einstaka! Veðrið ein avgerandi partur fyri meg, hvussu nógva tíð eg brúki í býnum, men eg seti ofta nógva tíð av við sjónvarpið, har ein lurtar eftir kórinum og tá løgtingið verður sett.

 

 

 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?

 

– Tað er ongin ivi um, at ein hugsar framvegis um koronu, men vónandi verður okkurt innan tónleikin, sum kann fáa meg at fara ein túr. Ein hugsar sjálvandi um hvussu veðrið fer at verða, men onkran túr gjøgnum býin fara vit, so vit kunnu hitta vinfólk og kenningar. Kanska verður onkur spennandi framsýning, sum ein kann fara til. Eisini plaga vit at fara út at eta ein góðan bita, so tað verður nokk eisini tíð sett av til í ár. Tíð verður sett av til abbabørnini, sum skapa ein serliga dám og hugna.

 

 

 

Hvat er tað besta við ólavsøku?

 

– Tað besta er sjálv samveran og tað at fólk vilja steðga á, og geva sær tíð til bara at vera nærverandi og fjálga um – tímiliga og andaliga! Tíðin krevur so nógv av einum, so hví ikki lata ólasøkuna snúgva seg um at geva sær stundir til hvønn annan? Tónleikaligu átøkini hava mín størsta áhuga, so eg gleði meg til at alt verður «normalt» aftur!

 

 

 

Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku?

 

­– Eg haldi so avgjørt, at tað eigur at fara aftur til tíðina, har hesir ymsu básarnir vóru niðan gjøgnum býin, tí alt gott um Skálatrøð og savningina, men eg haldi at hugnin skal flytast aftur í býin – um ein kann siga so. Uttan at hugsa so nógv um korona, so haldi eg at hugnin var betri, tá ein fór oman á Kongabrúnna og niðan gjøgnum býin, sum ofta endaði í KFUM.