Vit gita: Miðvøllurin verður umskipaður

Manslandsliðið: Håkan Ericson má umskipa miðvøllin, men spurningurin er hvussu

Mynd: (Álvur Haraldsen) Gunnar Vatnhamar og Klæmint A. Olsen

Tað er í morgin klokkan 14, at Føroyar seta hol á eina nýggja Nations League kapping við dysti móti Norðurmakedónia. Kringvarpið visti fyrr í dag at siga, at tað var lítil áhugi fyri dystinum og seinastu tíðina hevur FSF boði bæði ungdómsspælarum og fyritøkum til dyst – umframt at børn og ung fáa sunkist og annað.

 

Hetta er ein roynd at fylla upp á áskoðaraplássunum. Leygardagur er vanliga vánaligur fótbóltsdagur í Føroyum. Serliga tíðliga seinnapartin, tá fólk hava annað at gera. Tað er UEFA, sum ásetur tíðina og UEFA hevur eisini fingið ein viðmekring frá Fótbóltssambandinum, um at hetta ikki riggar væl í Føroyum.

 

Tað hevur gingið illa hjá manslandsliðnum í eina tíð og tað sæst aftur á áhuganum. Landsliðið rakti botnin, tá Føroyar í Baltic Cup taptu móti Lettlandi. Hetta er fyrsta tapið móti Lettlandi í søguni. Tað góða við at raka botnin er, at tað er bara ein vegur nú. Hygg bara eftir San Marino, sum fyrr í vikuni vann fyrsta sigurin í 20 ár. Teir vunnu 1-0 á Liktenstein, sum vit javnan seta upp á pláss.

 

Meðan tungu skýggini hava lagt seg yvir Tórsvøll í myndatalu, so er tekin um gott veður í morgin. Landsliðið byrjar av nýggjum og tað líkt til, at fleiri spennandi spælarar sleppa at royna seg, meðan aðrir eru komnir aftur frá skaða.

 

Tað er vist, at Bárður á Reynatrøð verður í mál, nú bæði Mattias H. Lamhauge og Teitur M. Gestsson hava givið avboð. Hann var á tíðindafundinum í dag saman við Andriasi Edmundsson og Gunnari Vatnhamar, sum væntandi eisini byrja í morgin.

 

Nógv bendir á, at tað verður ein verja við Jóannesi K. Danielsen, Hørði Askham, Andriasi Edmundsson og Viljormi Davidsen. Tað er eisini ein møguleiki, at Samuel Chukwudi fær eitt pláss í verjuni, nú hann er tikið við frá U21-landsliðnum. Miðjan verður umskipað og líkt er til, at tað verður pláss fyri bæði Gunnari Vatnhamar og Sølva Vatnhamar, meðan Hanus Sørensen og Arnbjørn Svensson stríðast um seinasta plássið.

 

Meinhard E. Olsen er komin aftur frá skaða og helst fær Adrian Justinussen nú kjansin. Tað ljóðar, at René Shaki Joensen møguliga ikki byrjar í morgin, men byrjar hann so er tað møguliga fyri Adrian. Tað sama við Jóan Símuni Edmundsson. Hetta eru ikki váttaði tíðindi og Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur meldað allar spælarar klárar, og sigur seg ikki hugsa um dystin í Lettlandi longu týsdagin. Í tí tilfeldinum spælir Jóan Símun Edmundsson dyst nummar 90 frá byrjan.

 

Um vit siga at venjaratoymið hevur eitt hálvt eyga við dystinum í Riga, so merkir tað, at ein av Klæminti A. Olsen, Pæturi Petersen ella Patrik Johannesen byrja. Teir báðir seinnnevndu komu í landsliðshópin seinni enn Klæmint A. Olsen, so helst byrjar rituvíkingurin, um plássið í álopnum verður tøkt.

 

Håkan Ericson vildi ikki avdúka á tíðindafundinum, um føroyska liðið fór at spæla við trimum í verjuni. Venjingarnar hava ikki givið ábendingar um, at tað verður so. Tí halda vit fast í eini 4-1-4-1 spælskipan, sum vanliga eisini verður nevnd 4-5-1.

 

Vit gita: (Føroyar 4-1-4-1)

 

Bárður á Reynatrøð - Jóannes K. Danielsen, Hørður Askham/Samuel Chukwudi, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen – Arnbjørn Svensson/Gunnar Vatnhamar – Meinhard E. Olsen, Gunnar Vatnhamar/Hanus Sørensen, Sølvi Vatnhamar, Adrian Justinussen/René Shaki Joensen – Jóan Símun Edmundsson/Klæmint A. Olsen

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Gunnar Vatnhamar og Klæmint A. Olsen