Í viðmerking til tað Kristian Blak førir fram í blaðnum í dag, sigur Jógvan Jespersen, útvarpstjóri, at í mun til lurtaragrundarlagið og tónleikanýtsluna rindar Útvarp Føroya nógv meiri enn aðrar útvarpsstøðir.
Vit gjalda í dag 3,29 % av inntøkunum í Codaavgjaldi. Tað svarar til uml. 600.000 krónur um árið. Halda føroysku tónaskøldini, at tey fáa ov lítið, mugu tey tosa við felagið Coda, tí vit kunnu ikki blanda okkum uppí, hvussu pengarnir verða býttir, sigur Jógvan Jespersen.
Tá ið Útvarp Føroya samráddist við Coda seinast vórðu útrokningar gjørdar, sum vístu, at í mun til aðrar útvarpsstøðir letur ÚF meiri í avgjaldi fyri hvønn tónleikatíma. Orsøkin til, at tann gamli sáttmálin varð broyttur var, at Útvarpið skuldi gjalda meiri til Coda um senditíðin varð økt og tað mettu tey í Sortudíki ikki vera rímiligt.
Codaavgjaldið eigur at verða mett eftir tónleikanýtsluni. Gamli sáttmálin varð uppsagdur, tí hann forðaði fyri, at vit kundu menna útvarpið, sigur Jógvan Jespersen.
Coda samráðingarparturin
Meiri enn helmingurin av senditíðini hjá Útvarpi Føroya, uml. 55%, er tónleikur og hetta lutfallið hevur hildið sær, hóast senditíðin er økt munandi seinnu árini.
Er tað so ikki rímiligt, at tónleikurin fær eina størri samsýning, tá ið hann er so stórur partur av senditíðini?
Eg skilji væl, at tónleikararnir vilja hava meir, men eru teir ónøgdir mugu teir fara til Coda og so má Coda reisa málið yvir fyri okkum. Eg haldi, at sáttmálin vit hava í dag er ógvuliga rímiligur.
- Samanbera vit okkum við til dømis Danmarks Radio senda teir til eina nógv størri lurtarafjøld. Vit kunnu ikki gjalda somu samsýningar sum DR, teirra fíggjarætlan er hálva triðju milliard. DR-útvarpið rindar uml. 2400 kr. fyri hvønn tónleikatíma og vit rinda uml. 400 kr. Skuldu vit rindað tað sama sum teir í mun til lurtaragrundarlagið og tónleikanýtlsuna, áttu vit at rindað um 20 kr. um tíman. Skuldu teir rindað tað vit rinda, høvdu teir goldið uml. 36.000 kr. fyri hvønn tíma. Í dag er sáttmálin broyttur, so tølini eru eitt sindur øðrvísi, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri.