Hvar verða jólini hildin í ár?
- Í ár verða jólini hildin heima hjá okkum á Eiði saman við foreldrunum hjá mær - og so koma ein svágur, svigarinna og maður hennara eisini.
Tað sigur Jóannes Mørkøre á Eiði, sum starvast hjá KJ á Kambsdali.
Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir?
- Ja, vanliga eru vit saman við mínari familju 2. jóladag, men vegna korona-farsóttina verður hetta ikki møguligt í ár.
Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?
- Jólaaftan á miðdegi fari eg til foreldrini at eta ræstan fisk og sperðil. Um kvøldið eta vit gás úr Funningi og dunnu av Eiði við øllum tí, sum hoyrir til. 1. jóladag verður tað kalt borð við góðum føroyskum viðskera, og 2. jóladag verður ein góður ræstur hálsur og bógvur í ovninum.
Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús?
- Mær dámar væl at vera við til at keypa jólagávur. Allar gávurnar eru keyptar - í ár eitt sindur fyrr enn vanligt vegna koronu.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Fyri meg hava jólini fyrst og fremst tann týdning, at Jesus, sonur Guds, vildi seta seg so lágt, at hann gjørdist menniskja eins og vit - við at lata seg føða inn í hendan heim fyri síðan at lata seg negla til krossin, sum tað fullkomna offurið fyri okkara syndir. Og at hvør tann, sum hevur tikið í móti Jesusi sum sínum frelsara, hevur fingið ævigt lív í himli og ikki minst fingið ævigan frið og gleði.
Og Jóannes Mørkøre endar við hesum orðum:
- Tey seinastu árini eru vit sum familja farin niður í gear um jólini. Vit hava tikið tað sera róligt - gleðast saman um friðin og saman við vinum og familju.