Tað ger Kári Mortensen greitt í samrøðu, sum er prentað í Sosialinum í dag.
- Vit byggja nýggjar skúlar og vit byggja eina nýggja floghavn, men sjálvt í hesum nýggju bygningum síggja vit oljuloysnir, sigur Kári Mortensen, sum eisini nevnir Markangilsdepilin sum dømi. Her sigur Kári Mortensen, at meiríløgan við at skifta til eitt nú hitapumpur, hevði verið seks milliónir krónur, men at depilin afturfyri hevði spart 600.000 kr. um árið.
Kári Mortensen fegnast tó um, at Føroyrar spakuliga flyta seg til at nýta minni olju og meira varandi orku, men hann staðfestir, at tað framvegis er langt á mál. Tí heldur hann, at føroyska samfelagið eigur at flyta nakað av tí, sum vit keypa olju fyri, til íløgur í varandi orkukeldur. Innflutningurin av brennievni er millum 1,2 og 1,3 milliardir krónur um árið.
Samrøðan við Kára Mortensen kann lesast í Sosialinum. Til ber at keypa talgildu útgávuna av blaðnum HER.