Kim Simonsen
??????????????
Vit gráta alt lívið,
tá tað tyngsta tárið fellur
eru vit vaksin.
Hatta var ein umskriving av Søren Ulrik Thomsen. Eg haldi sum Hemmingway at ein fyritreyt fyri at kunna skriva er kanska ein ólukkuligur barndómur. Vit skriva á ein hátt fyri henni vit hava mist og til hana vit elskaðu, um hon so liggur í grøvini.
Hví er tað eitt tabu í samfelaginum, at vit ikki skulu gráta. Koma vit ikki grátandi inn í hesa verð? Og er tað ikki tey flestu sum fara grátandi hiðan? Og hvør hevur ikki grátið, bert steinhjørtu og forkrampað fólk.
Tú øvundar mær eina hjartasorg, eg skilji teg. Ein slíkur setningur hevði man ongantíð hoyrt frá teim "shiney happy people" og borgaraskapinum, hvørs lív er ein kapping um at lúgva seg lukkuligast, ið høvdu skunda sær at fortrongt alt sum ikki ber brá av eydnu og friðsælu, ella sær út sum eitt meðalhampa fitt og snøkt lív.
Eg haldi, at listin er mangan tað øvugta av ímyndunum man lesur í kvinnubløðum og sær í sjónvarpinum. Tær bestu skald-søgurnar eru fullar í pínu, vakrar, myrkar og syrgiligar. Svenska bókin "Mit liv som hund", er ein brølandi syrgilig bók, men eisini tragikomisk. Man gerst sorgar-bundin av henni, syrgir og lesir hana flennandi við einum klumpi í hálsinum. Soleiðis er "Populærmusik fra Vittula" eftir Michael Niemi eisini, hon er stuttlig og syrgulig í senn og tí ein realistisk skaldsøga, tí lívið er bæði syrgi-ligt og stuttligt.
Eg skilji væl at tú ikki kanst gráta yvir nakað enn, tí tú grætur innan. Í løtuni ert tú bert steinrunnin. Tað øvugta av øði er ikki líkagleði, men kærleiki. Líkagleði er fráveran av kærleika.
Tú skal ikki læsa teg inní í einum stálbúri fyri at yvirliva. Var eg tín ráðgevi, so vildi eg vóna fyri teg at tú eina dag kanst gráta pínuna burtur og ganga ein túr í regninum og vaska minni av tær um tey sum sorlaðu kenslubornu árini í tínum barndómi. Ikki hata, men fyrigeva tær sjálvum sum øðrum.
Tú sigur teg ikki hava uppliva sorgina, men tú ert mitt í vanlukkuni og ein dag koma tárini.
Øll kensluborin menniskju sum hoyra tína søgu gráta innantanna av indignatión - tí tú ert framtíðin og unga vónin. Tú skalt reisa teg og siga - EG ERI IKKI EITT OFFUR MEIRI! Sigur man seg vera eitt offur er man tað, sigur man seg ikki vera tað, er man tað ikki - ella ávegis til at taka ábyrgd av lívinum!
døden er ikke at styrte på gaden
blandt dem der bukker sig og dem
der haster
døden er
ikke at elske og alt er som det plejer.
Tann dagin man blotnar, øðin ella óttin hvørva er man aftur í støðuni sum barn, ið ikki orkar at liva í jarnbúri. Allar kenslur sleppa út og man er bleytari enn man nakrantíð hevði trúð, liggur í fosturstøðu í vikur og grætur aftureftir um øll árini. Tað kostar at umskapast og at gera upp við fortíðina er at møta henni aftur og aftur, tí lívið er ikki fyri børn og nýbyrjað!!
Við hesum kemur eitt nýtt takksemi og kenslusemi, ið eg rokni við at tú gerst glaður fyri. At gráta er menniskjaligt, ikki at kunna gráta er ómenniskjaligt, sum Søren Ulrik Thomsen tók til:
LEVENDE
regnvandet driver
ned ad min arm
jeg er levende
telefonen ringer
røret er koldt i hånden
jeg er levende
græder
lægger min hånd
mod min nakke
jeg er levende
porten smækker
bilerne suser bag muren
jeg er levende
mit tøj er beskidt
vandet koger
jeg er levende
længes efter din stemme
den er her ikke
støder mod bordet
jeg er levende
kan huske lugten
i hans lejlighed
blæsten på stationen ved havnen
jeg er levende
finder gamle digte
breve erindringer
10 år 8 år 7 år 1 år
jeg er levende
skrive til kontor
mælken er sur
jeg græder
jeg er levende
græder
levende
Ein dag kanst tú tára av gleði yvir Bach, Miles Davies, list, filmar og sjónleik.
Einki fyllir meg við størri samkenslu enn ung, ið ongan góðan hava.
At gráta er egentliga reint katharsis - ótrúliga kvinnuligt sjálvandi, men hví skulu tær eiga alla gleðina?
Eg vil sum gamal tilskila mær rættin til at sita til hvørja veitslu rørdur og gráta yvir ungdómin og vakurleikan.
At gráta er eingin tragedia, ikki at gráta er.
Her er S.U. Thomsen aftur klárur:
VENT
I kaffebaren med cigaret og cola
i frost over fodgængerovergangen
i biografens dybrøde foyer
i flugt med hænderne for ansigtet
vi venter på nogen
i flyvende efterår på Oktober Boulevard
i bilen død midt i nattens slum
i værelser presset ind under taget,
stukket ned under gården
i tog susende væk fra, imod og igennem
alle byer
vi venter på nogen
i årevis
i aften.
Gleð til at bíða í áravís, til at gráta og verða livandi.