Nú er tíðin komin til enn einaferð at gera vart við, hvussu týdningarmikið tað er at vit fáa eina skaðanevnd í Føroyum við tí endamáli at kanna álvarsligar ferðsluvanlukkur út í æsir.
Tað halda tey í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, og tískil var tað júst hetta evnið, sum tey varpaðu ljós á, nú tey høvdu ársfund um vikuskiftið.
Eitt og hvørt framkomið samfelag er skipað soleiðis, at tá ið eitt óhapp, ella ein vanlukka hendir, verður hetta kannað beinanvegin, so hendingin kann verða lýst so nágreinliga sum gjørligt, staðfesti Kári Thorsteinsson, formaður í nevndini í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Her er bæði galdandi tá ið talan er um ferðsluvanlukku, arbeiðsvanlukku, skipsvanlukku ella flogvanlukku.
Men í Føroyum hava vit onga skaðanevnd til ferðsluvanlukkur, tí hjá okkum er tað Akstovan og løgreglan, sum kanna ferðsluvanlukkur við tí endamáli at fáa greiði á, hvat slag av vanlukku, talan er um og hvussu álvarslig hon er.
– Men vit hava onga skaðanevnd, sum heilt nágreinliga kannar orsøkirnar til vanlukkurnar út í æsir, sigur Kári Thorsteinsson.
Tí hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd í fleiri ár mælt til, at vit fá eina skaðanevnd á ferðsluøkinum, sum í øllum førum skal kanna tær álvarsligu vanlukkurnar við tí endamáli at finna fram orsøkirnar til vanlukkuna. Úrslitið kann so brúkast til at fyribyrgja at hetta slagi av vanlukkum hendur aftur.
– Vit hava áður nevnt, at ein deyður í ferðsluni kostar 19 milliónir krónur og ein álvarsliga skaddur kostar 13 mió krónur, umframt álvarsligu persónligu og sálarligu árini, sum standast av hesum sama.
– Tær menniskansligu avleiðingarnar av eini ferðsluvanlukku er ræðuligar, bæði fyri tey, sum verða beinleiðis rakt av hesum og fyri øll tey, sum á ein hvønn hátt varða av onkrum, sum er raktur av hesum.
– Vit gráta og syrgja við teimum, sum hava mist í ferðsluni, og sera hørm um tey, sum fáa skaða, men vit hava tíverri lyndi til at gloyma alt ov skjótt, heldur Kári Thorsteinsson.