Vit hava brúkt nógv meiri pengar í ár

Pengarnir hava ligið nógv leysari í lummanum í ár enn í fjør

Fyrsta ársfjórðing í ár brúktu føroyingar nógv meiri pengar enn vit gjørdu í fyrsta ársfjórðingi í fjør. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Tað var nettupp mitt í fyrsta ársfjórðingi í fjør, ella um grækarismessuna tann 12. mars í fjør, at korona legði alt virksemið lamið.

 

Tað var fleiri ferðir frammi, at handilslívið í Føroyum hevði góðar dagar undir koronu, tí fólk brúktu høvi til at hampa og umvæla hús og urtagarðar, umframt at øll ótu heima, tí matstovurnar lukkaðu.

 

Hagstovan sigur, at vanliga selja handlar minni í fyrsta ársfjórðingi í einum ári, enn teir gera í fjórða ársfjórðingi, tá ið nógv søla er til jóla. Hinvegin vísa nýggjastu tølini, at fyrsta ársfjórðing í ár er sølan væl hægri enn hon var fyrsta ársfjórðing í fjør.

 

Tølini eru býtt í vørubólkarnar »matur og alkoholfríar drykkjuvørur«, »klædnavørur og fótbúnaður« og »húsbúnaður og húsarhaldsútgerð«. 

 

Hagstovan sigur, at í bólkinum »matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur« var sølan seks prosent hægri fyrsta ársfjórðing í ár enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør. Hinvegin eru prísir í hesum bólkinum bara hækkaður 0,4 prosent í sama tíðarskeiði, og sostatt er sølan nógv vaksin í nøgd.

 

Upp aftur greiðari er mynd fyri bólkin sum eitur »húsbúnaður og húsarhaldsútgerð«. Í fyrsta ársfjórðingi í ár var sølan 21 prosent hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør, men prísirnir eru bara hækkaðir eitt prosent í hesum tíðarskeiði.

 

Men størsti vøkstur var tó í bólkinum »klædnavørur og fótbúnaður«, tí var sølan heili 59 prosent hægri í fyrsta ársfjórðingi í ár enn hon var í fyrsta ársfjórðingi í fjør, men hesa tíðina eru prísirnir bara hækkaðir trý prosent, so sølan í nøgd er munandi vaksin.