Vit hava ein trupulleika

Leiðarin á Barnaverndarstovu Føroya, Anna Dam, heldur, at tá ið nýggja filtrið hjá Føroya Tele fangar 300 leitingum eftir barnaporno dagliga, hava vit ein trupulleika, sum vit ikki eru nóg góð at síggja.

Tað kemur ikki óvart á Onnu Dam, at talið av barnapornoleitingum er so høgt, og hon vónar, at fólk, sum hava illgruna um slíkt virksemi, boða frá, tí tað hava tey skyldu til.

Ikki betur enn onnur
 Høga talið sigur mær, at vit hava ein trupulleika við kynsligum ágangi móti børnum, sum vit eru nóg dugnalig at síggja. Í Íslandi vóru í fjør 270 fráboðanir um kynsligan yvirgang móti børnum, og eg trúgvi ikki, at vit í Føroyum lutfalsliga eru hampuligari enn íslendingar, sigur Anna Dam, sum heldur ein trupulleika verða, at vit føroyingar ikki eru nóg góð at fanga slíkan ágang.
Leiðarin á Barnaverndarstovu Føroya heldur, at tiltakið hjá Føroya Tele er positivt, og hon sigur seg vóna, at tað kann virka fyribyrgjandi á økinum.

Umráðandi at halda eyga við børnini
Anna Dam sigur, at tað er av stórum týdningi, at foreldur halda eyga við børnini hjá sær, og hvat tey gera á internetinun, tí tað er ógvuliga lætt hjá teimum at koma á heimasíður við ólógligum tilfari.
 Eg vóni, at fólk gera vart við seg, um tey blíva varhug við slík álvarsmál sum leiting eftir barnaporno. Tú hevur fráboðanarskyldu, um tú hevur illgruna um, at onkur leitar eftir ólógligum tilfari á internetinum. Við nýggju lógini, sum kom í gildi á nýggjárinum, er tað eisini møguligt hjá fólki at venda sær til barnaverndina kring landið og verða dulnevndur, greiðir Anna Dam frá.