Vit hava eina grundlóg

    

Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
??????????????????
Ein partur av fullveldisætlanini, sum fór av bakkastokki í 1998, var at gera eina føroysk grundlóg, sum skuldi áseta grundleggjandi rættindi og skyldur millum ætlaða føroyska statin og fólkið.
Ein grundlógarnevnd varð vald, sum skuldi lata landsstýrinum uppskot til grundlóg í seinasta lagi 1. juni 2000, og fólkaatkvøða skuldi vera um grundlógina seinni sama ár.
Men at gera eina grundlóg er ikki løtuverk og tí hevur landsstýrið tvær ferðir verið noytt at leggja uppskot fyri tingið um at fáa tíðarfreistina longda.
Sambandsflokkurin hevur fleiri ferðir víst á, at Løgtingið eigur altíð at taka útgangsstøði í galdandi lóggávu, og ikki í einum dreymi um, hvat møguliga fer at galda einaferð í framtíðini. Tí var tað óheppi, at landsstýrið álegði grundlógar-nevndini at gera uppskot til eina lóg, sum bara kundi brúkast, um Føroyar fyrst vórðu fullveldi.
Meðan grundlógarnevndin hevur arbeitt, er fullveldisætlanin slept, og í dag hava vit eina landsstýrissamgongu, sum ikki hevur fullveldi sum mál. Kortini arbeiðir grundlógarnevndin víðari eftir løgtingssamtyktini sum sigur, at nevndin skal handa landsstýrinum uppskot til grundlóg í seinasta lagi 25. apríl 2005. Men hvat skal eitt landsstýri, sum ikki ætlar at broyta ríkisrættarligu viðurskiftini, brúka eitt grundlógaruppskot til ?
Sambandsflokkurin metir, at arbeiðið, sum fakfólkini í grundlógarnevndini higartil hava gjørt, er í sær sjálvum eitt dygdargott arbeiði, men tað eigur ikki at verða brúkt til at gera eina nýggja grundlóg fyri Føroyar. Vit eiga harafturímóti at broyta arbeiðssetningin hjá grundlógarnevndini, soleiðis at tað góða arbeiðið, sum higartil er gjørt, kann brúkast til at gera eina nýggja stýrisskipanarlóg, nú fullveldisætlanin er slept.
Hetta hava vit fingið við í samgonguskjalið, har tað stendur soleiðis um stjórnarskipanina: "Arbeiðið í grundlógarnevndini skal skipast av nýggjum. Uppgávan er at gera eina stjórnarskipanarlóg, sum eisini inniheldur ásetingar um mannarættindi og onnur rættindi. Umframt at lýsa verandi ríkisrættarligu støðu, skal lógin innihalda greiðar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, um ríkisrættarliga støðan verður broytt."
Umráðandi er at fáa arbeiðssetningin hjá grundlógarnevndini broyttan skjótast til ber, soleiðis at nevndin kann arbeiða víðari eftir nýggja politiska viljanum.