Vit hava eingi krøv – bert ynski

Ætlan er at fáa betri samstarv í lag millum Klaksvíkar kommunu við sínum 4.800 íbúgvum og Húsa kommunu við sínum 60 íbúgvum. – Vit ynskja at finna ein leist fyri, hvussu samstarvið kann økjast enn meiri í framtíðini, sigur Magni Garðalíð, borgarstjóri á Húsum.

Húsar: - Nei, vit ætla ikki at krevja nakað, men vit fara kortini at koma fram við nøkrum ynskjum til hetta samstarvið, sigur borgarstjórin.

Nú alt meiri og meiri verður lagt út á kommunurnar at umsita, hevur tað ført til at fleiri kommunur sjálvbodnar hava lagt og fara at leggja saman.

Í Norðoyggjum er ein longu farin undir hetta, og í næstum verða eisini tikin stig á hesi leiðini.

Hjá kalsoyingum er støðan hon, at helvtin av oynni er í Klaksvíkar kommunu og hin helvtin ikki. Oyggin er í roynd og veru í tveimum og sundurbýtt millum tvær ólíkar kommunur.

- Best hevði verið um allar fýra bygdirnar stóðu saman sum ein eind, slær hann fast.

Teir hava verið á einum fundi við Klaksvíkar kommunu, meðan tað hevur gingið heldur striltið at fáa tann næsta fundin í lag.

- Vónandi kann hann verða skjótt, sigur Magni Garðalíð við Sosialin.


Standa sterkari

Arbeitt hevur verið í eina tíð við at fyrireika eina samanlegging millum kommunurnar báðar.

Í løtuni er støðan hon, at Kalsoyggin er býtt í tveir partar: Mikladalur og Trøllanes eru longu partur av Klaksvíkar kommunu, men enn vantar ein samanlegging fyri tær báðar sunnastu bygdirnar á Kalsoynni – Húsar og Syðradal.

Hetta stigið er tikið í royndunum hjá teimum smærru kommununum í Norðoyggjum at koma uppí eina størri eind, soleiðis at tær betri kunnu standa seg, nú alt fleiri uppgávur verða lagdar út á kommunurnar at umsita.

Í Norðoyggjum er partur av Kalsoynni longu við í Klaksvíkar kommunu, eins og Svínoyggin kemur eftir næsta kommunuval. Tosað verður eisini við aðrar kommunur í økinum, og hava onkrir fundir verið.

Í smærru bygdunum er skipaðar lokalar nevndir, sum kunnu taka upp mál til viðgerðar ella umrøðu, ið snúgva seg um hetta staðið.


Leggja stríðsøksina

Hugskotið aftanfyri ynskið um, at Kalsoyggin fer uppí Klaksvík øll sum hon er, er at skipa soleiðis fyri, at kalsoyingar í felag kunnu fáa størri gjøgnumslag fyri teimum lokalu ynskjunum.

Men hinvegin so má ein eisini kunna tosa saman, um talan skal vera um samstarv. Og tað er júst í hesum, at borgarstjórin í Húsa kommunu undrar seg eitt sindur.

Hann stendur nevniliga eitt sindur spyrjandi til, hvat hin parturin í samstarvinum ætlar og vil nú og í framtíðini. Ynskið frá Húsa kommunu er í øllum førum at gera ein leist, haðani ein kann arbeiða víðari eftir.

Tað hava longu verið røddir frammi – frá øðrum síðum – um hvat Húsa kommuna kann vænta sær í samstarvinum, og hvat tey ikki kunnu vænta sær.

Men Magni Garðalíð er avgjørdur í sínum svari til hesar útsagnir:

- Eg haldi, at vit eiga at leggja allar hesar óneyðugu stríðsøksirnar til viks og tosa saman sum menniskju. Skal ein bara dyrka ósemjurnar, kemur ein ongan veg!

- Rættast man vera at hyggja frameftir, við einum positivum sinni, sigur borgarstjórin á Húsum.


Eingin fundur

Tað kom helst óvart á mong fólk á Húsum og Syðradali, tá hinar bygdirnar í oynni fóru í samstarv við Klaksvík.

Hetta hendi alt, áðrenn Magni gjørdist borgarstjóri. Men hann er kortini sannførdur um, at ALLAR bygdirnar áttu at staðið saman um hetta sum ein eind.

Nú seta bæði Magna og onnur í kommununi spurnartekin við viljan hjá klaksvíkingum um at fáa tey uppí. Tey hava verið á einum fundi, men tá tey skuldu á næsta og avtalaða fundin millum partarnar í Kalsoynni gekk ikki eins væl:

Tey í Húsa kommunu høvdu frammanundan gjørt sínar fyrireikingar til fundin, og høvdu eina greiða avtalu um at umboð fyri Klaksvík skuldu møta á fundinum í desember mánaði í fjør.

Men tá fundurin skuldi byrja, var eingin møttur upp frá Klaksvíkar kommunu.

- Vit hava síðani ætlað okkum á fund við teir, men tað vísir seg sum um tað allatíðina kemur okkurt ívegin. Eg havi roynt at fingið fatur á teimum fleiri ferðir, men tað ber bara ikki til.

- Fundur skuldi verða aftur fyrst í árinum, men nú eru vit longu farin inn í mars mánað, og eingin fundur hevur verið enn. Eg haldi, at tað er eitt sindur keðiligt, tá ein soleiðis ignorerar okkum.


Spyrja fólkið

Tá Mikladalur og Trøllanes fóru upp í Klaksvík, kom hetta sera óvart á øll.

Fyri mong í sunnaru helvt av oynni tyktist tað sum um alt hetta hendir yvir náttina, og at fólkini í kommununi vaknaðu um morgunin og vóru tá limir í aðrari kommunu.

Magni Garðalíð er tí ikki í iva um, at tað ikki er so einfalt at skula taka eina so stóra avgerð um framtíðina hjá eini lítlari kommunu.

- Vit hava í øllum førum sett okkum fyri, at alt skal fyrireikast sera væl. Og fólkið skal í øllum førum verða eftirspurt, áðrenn vit í bygdaráðnum taka nakra avgerð, sigur Magni Garðalíð.

Ætlanin hjá teimum er nevniliga, at gera eitt upplegg til samstarv við Klaksvík og at fólkið síðani skal taka støðu til, um tey eru fyri ella ímóti hesum upplegginum við eina fólkaatkvøðu.

- Fólkið má vita, hvat tey skulu taka støðu til, slær borgarstjórin fast. 




Best við EINUM øki

Starvsfelagin hjá Magna í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen er í øllum førum hugaður fyri størri samstarvi millum kommunurnar í Norðoyggjum.

Við Sosialin í farnu viku segði hann beinleiðis, at best hevði verið fyri Norðoyggjar um tær so líðandi vórðu skipaðar sum ein einstøk kommuna, heldur enn sum nú, har oyggjarnar eru í fleiri pørtum.

- Hetta hevði verið best fyri alt økið, segði Steinbjørn.

Staðfestast kann, at hesin tankin so smátt er við at gerast veruleiki:

Mikladalur og Trøllanes eru komnar upp í Klaksvíkar kommunu. Svínoy kemur eftir næsta kommunuval, og í løtuni eru samrøður í gongd við Hvannasunds kommunu.

(Sosialurin, 16. november 2007) 




Ein skúli til øll

Eitt av stórmálunum, sum Magni Garðalíð er upptikin av, og sinnaður at finna eina góða og felags loysn á, eru skúlaviðurskiftini í allari oynni.

- Tað besta hevði verið, um ein einstakur skúli var í Kalsoynni, hevur hann áður sagt við Sosialin.

Besta staðið til ein slíkan skúla heldur hann vera í øðrum endanum - t.v.s. annaðhvørt á Trøllanesi ella á Syðradali.

Sjálvur hellir hann til tað seinna, m.a. tí at ferjulegan í oynni liggur á hesum staðnum, og tí at hetta hevði lætt munandi um flutningin av skúlabørnunum.

Við hesi skipanini hevði ein einstakur bussur kunna staðið fyri hesum flutningi.

- Í Syðradali er somuleiðis lættast at koma aftur og fram millum Kalsoy og Klaksvík, leggur hann dent á.