- Vit hava lagt alla okkara orku í hetta

Jasmin Mote er ársins kvinnuligi sangari í popp/rokk bólkinum

Jasmin Mote hevur júst fingið FMA virðislønina fyri ársins kvinnuliga sangara í popp/rokk bólkinum. Hon er oddakvinna í bólki sínum JASMIN.

 

- Hetta er ein stórur heiður. Tað kennist nokkso merkiligt. At vinna eina slíka virðisløn vísir, at tað er onkur, sum lurtar eftir, hvat tað er, mann ger. Tað følist sum, at fólk trúgva upp á ein, sigur Jasmin Mote við in.fo.

 

- Vit hava arbeitt hart og hava lagt alla okkara orku í tað, sum vit gera, og tað haldi eg hevur gjørt munin.

 

Jasmin Mote gjørdi fyrstu ferð um seg í 2016, tá hon við bólki sínum JASMIN vann tónleikakappingina Sement. Síðan tá hevur tað gingið skjótt, og í 2018 kom JASMIN við løgunum Baby Blue og Make Sense, sum bæði hava verið nógv spæld á føroysku útvarpsrásunum. Nýggjasta lagið frá 2019 kallast Remember, og ein nýggj EP við JASMIN er á gáttini. 

 

- Eg vil ikki siga ov nógv um nýggju EP'ina enn, men tað verður ein blandingur av tí gamla JASMIN og tí nýggja JASMIN, sigur Jasmin Mote.

 

 

Tá hon fekk virðislønina segði hon soleiðis:

- Eg eri málleys. Eg vil takka bólkinum hjá mær fyri at fáa tað besta burturúr mær. Takk fyri allan stuðulin, øll somul, segði hon

 

 

Umramt Jamin Mote vóru hesar í uppskoti til virðislønina, sum var í popp/rokk flokkinum:

 

Lea Kampmann

Guðrið Hansdóttir

Edith Dahl Jakobsen

Sissal Grækarisdóttir Magnussen