Vit hava lyndi til at gloyma skjótt og hugsa stutt

- Tann størsti vandin er, at man brádliga heldur, at nú fer alt at ganga so øgiliga væl. Hugburðurin millum føroyingar er langt frá so ógvusligur sum áðrenn fíggjarkreppuna, men tað kann hendan øgiliga skjótt, at man knappliga missur jørðforbindilsið. Og tað er har, at vandin liggur, sigur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, ið ávarar um at lága arbeiðsloysið og góður tíðirnar hava fjaldar vandar við sær

Tað er ein væl prógvað sannroynd, at nógv ferð er á føroyska búskapinum í løtuni. Fleiri stórar verkætlanir eru í gongd innan bæði tað privata og tað almenna, talið av løntakarum er høgt, innflutningurin er stórur og arbeiðsloysið er metlágt.

Meðan øll eru samd um, at tað er gott, at tað gongur væl í Føroyum og arbeiði er til allar tøkar hendur, so eru tað eisini nakrar avbjóðingar við einum lágum arbeiðsloysistali, vísir Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, á.

- Tað at fólk, ið eru arbeiðsfør, hava arbeiðið, er sjálvandi jaligt. Men tá arbeiðsloysið er so lágt, ið tað er beint nú, hevur tað nakrar avbjóðingar við sær. Tað síggja vit millum annað í, at tað eru nakrar fyritøkur, ið ikki fáa fatur á tí arbeiðsmegi, ið tær hava brúk fyri, vísir hann á.

Fløskuhálsar
Her er talan um tær sokallaðu fløskuhálsarnar, tá fyritøkur innan ávísar vinnugreinar hava trupult við at fáa fatur á arbeiðsmegi. Í Føroyum er tað kanska serliga byggivinnan, ið seinastu árini hevur stríðst við hendan trupulleikan.

- Tá man so fær hesar fløskuhálsarnar í arbeiðsmarknaðinum merkir tað eisini, at góðskan á tí arbeiðsmegi, ið einaferð er at fáa, ikki er tann besta, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.

Loysnin hjá flestu fyritøkum og vinnugreinum í hesari støðu er at leita eftir arbeiðsmegi úr øðrum londum. Í Føroyum er eisini tann lóg galdandi, at tá arbeiðsloysið fer undir 3,5 prosent verður tað lættari hjá fyritøkum at innflyta arbeiðsmegi frá øðrum londum. Í Føroyum hevur arbeiðsloysið verið undir 3,5 prosent síðan mars 2015.

- Vit hava eisini sæð tað, at so líðandi sum arbeiðsloysið er minkað, hevur tað verið ein stór tilflyting til Føroyar av bæði føroyingum og útlendingum, ið koma til landið at arbeiða. Tað sæst millum annað á talinum av løntakarum, ið er voksið rættiliga nógv í tíðarskeiðinum, tá arbeiðsloysið er minkað, sigur Djóni Højgaard.

Vandin
Formaðurin í Búskaparráðnum leggur dent á, at tað sum heild er jaligt, at tað er kapping um arbeiðsmegina, tí tað merkir, at hon kann leita sær hagar hon ger størst gagn. Og serliga er tað arbeiðstakarin, ið nýtur ágóðan av hesi støðu, tí fyri tann einstaka merkir tað, at tey fáa so góða løn og treytir sum gjørligt. Kortini goymir ein lítlin vandi seg í teimum góðu tíðunum og lága arbeiðsloysinum.

- Størsta avbjóðingin er tað verandi konjukturstøða ger fyri framtíðar vónirnar hjá fólki. Vit hava sum menniskjur lyndi til at gloyma skjótt og hugsa stutt. Tí halda vit, at verandi gongd heldur fram. Tað er vanliga júst tá, at vit gera feilir ella taka ov stórar vágar á okkum. Tað sær man ikki fyrr enn tíðirnar fara at venda, og tað fara tær fyrr ella seinni, sigur Djóni Højgaard.

Formaðurin í Búskaparráðnum ger tó greitt, at hann í verandi løtu ikki sær hendan tendens í føroyska búskapinum, men slíkt kann venda so brádliga.

- Tann størsti vandin er, at man brádliga heldur, at nú fer alt at ganga so øgiliga væl. Hugburðurin millum føroyingar er langt frá so ógvusligur sum upp til fíggjarkreppuna, men tað kann hendan øgiliga skjótt, at man knappliga missur jørðforbindilsið. Og tað er har, at vandin liggur, sigur hann.

Varsemi
Tað er við hesum í huga, at Búskaparráðið fleiri ferðir seinnu árini hevur heitt á tað almenna at vísa varsemi í einum heitum búskapi og halda aftur við fleiri íløgum og halda eina javna útreiðslugongd.

- Við verandi búskapargongd áttu almennu avlopini veri størri enn tey eru. Støðan er tann í dag, at frá almennari síðu er hetta hvørki tíðin til útreiðsluvøkstur ella skattalættar. Tí ein hvør stimbran av fíggjarpolitikkinum førir bert til økt lønartrýst og hægri inflatión, ljóðar ráðini hjá formanninum í Búskaparráðnum.

Í staðin mælir hann til, at man frá almennari síðu brúkar góða gongdina til at fremja nakrar bygnaðarligar broytingar, ið brynja bæði land og kommunur til tá tíðirnar verða verri.

- Hetta er tíðin at hugsa um at breiðka inntøkugrundarlagið og fremja tær bygnaðarligu broytingarnar, ið Búskaparráðið og aðrar bólkar hava víst á. Tað kann millum annað vera innan kommunubygnaðin, vinnubygnaðin og skattaøkið, sigur Djóni Højgaard.

Ein bygnaðarlig broyting, ið hevði beinleiðis ávirka útboðið av føroyskari arbeiðsmegi er ein broyting í skattalógina.

- Ein broyting, ið kann gerast í hesum tíðum, er ein javnan í skattinum millum tey, ið arbeiða í Føroyum og tey, ið arbeiða uttanlands. Á tann hátt kundi man lætta um trupulleikan at fáa arbeiðsmegi. Tað er lítið høpi í, at vit stuðla teimum, ið arbeiða uttanlands, við lægri skatti, tá vit hava tørv á arbeiðsmegi í Føroyum, vísir Djóni Højgaard á.

Søgan hevur tó prógvað, at tað er lættari at prædika hendan boðskapin enn at útinna hann, tí søguliga sæð hevur tað almenna altíð ført ein viðgangandi fíggjarpolitikk. Tað merkir, at man brúkar fleiri pengar í góðum tíðum enn í ringum ríðum, vísir búskaparfrøðingurin á.

Fer at venda
Tað er altíð ringt at spáa um framtíðina, men eitt torir Djóni Højgaard kortini at spáa um. Hóast tíðirnar eru søguliga góðar í løtuni, so fer tann góða gongdin, ið vit njóta ágóðan av nú, at fáa ein enda fyrr ella seinni.

- Tað fer at venda. So tað handlar um at halda jørðforbindilsið, tí tað fer at venda fyrr ella seinni. Og fallið verður bara tað størri, jú villari man koyrir á. Vit fara ikki altíð at hava eitt arbeiðsloysi á eitt prosent í Føroyum. Sum nú er, so liggja vit sum tjóð sum heild í lægra endanum í mun til restina av verðini. Tí eitt arbeiðsloysi á eitt prosent er ikki eitt veruligt arbeiðsloysi, tí tá brúka vit so gott sum alla ta arbeiðsmegi, ið vit hava í landinum, sigur hann.

Tá løntakaratalið er so høgt sum tað er í hesum døgum, er tað serliga ein vandi, ið formaðurin í Búskaparráðnum mælir til, at man heldur eyguni við og roynir at fyribyrgja, tá tíðarnar versna. Tað almenna má í mest møguligan mun royna at halda upp á alla arbeiðsmegina her á landi.

- Søgan vísir okkum, at tá arbeiði ikki er her á landi, so missa vit eina stóran part av fjøldini av landinum. Men vit hava framhaldandi tí avbjóðing, at vit blíva fleiri og fleiri eldri í Føroyum. So um tey, ið skulu bera byrðurnar, rýma úr Føroyum tá einki arbeiði er, verður tann avbjóðingin bara tað størri, vísir hann á og leggur afturat.

- Tað er grundin til, at man má føra ein skynsaman fíggjarpolitikk. Í løtuni fær man ikki meira í gongd við at seta meira í gongd, tí fólk eru longu í starvi aðrastaðni. Tí er betri hjá tí almenna at seta peningin til viks, so vit kunnu halda samfelagshjólini koyrandi tá tíðirnar venda. Men tað er ein sannroynd, at tá tað gongur væl, er tað lætt at freistast at brúka ov nógv ella geva ov stórar gávur.

Hendan greinin er partur av temanum um arbeiðsloysi, ið til ber at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum.