– Tað gongur avbera væl í Føroyum og vit hava ongantíð verið so rík sum nú!
Tað staðfesti Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, á flokstingi hjá Tjóðveldið um vikuskiftið.
Í morgin fer hon at almannakunngera fíggjarpolitikkin hjá sitandi samgongu hesi næstu árini, og hon viðgongur, at hetta hevur verið ein stór avbjóðing.
Tað hevur ikki verið ein stór avbjóðing tí at tað gongur illa, men tí at tað gongur so væl í Føroyum og vit hava framgongd á øllum økjum.
– Tað leggur okkum undir trýst, tí ynskini eru størri enn nakrantíð, sigur hon.
Men hon heldur, at serliga stórt er trýstið á Tjóðveldi, tí at tey hava sett sær sum mál at vit skulu verða leys av donsku ríkisveitingini og fáa ein sjálvbjargnan búskap.
– Vit skulu tryggja okkum, at vit eisini hava ráð til eitt vælferðarsamfelag tá ið tíðirnar versna, sigur hon.
Hon vísir á, at nú eru vit so rík í Føroyum, at upp á seg er okkara bruttotjóðarúrtøka størri enn bæði tann danska og tann íslendska.
Samstundis er ríkisveitingin fryst á eitt ávíst krónutal og sostatt verður hon ein alsamt minni partur í føroyska búskapinum.
Og hon heldur, at tað er eitt sindur av einum bragdi, tí landskassin hevur annars havt hall í átta ár á rað og frá 2008 til 2015 høvdu vit tilsamans tríggjar milliardir í halli.
Men tað er nú vent til avlop og í ár verður avlopi eisini væl størri enn mett.
Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, varð roknað við einum avlopi upp á 205 milliónir krónur.
Men tíðirnar eru góðar og samstundis fer landskassin at fáa stór vinningsbýti í ár, eitt nú frá BankNordik og øðrum almennum partafeløgum.
Og sostatt vísa nýggjastu metingarnar, at avlopi verður kanska nærri 300 milliónum í ár.
Kristina Háfoss sigur, at 20 prosent av avlopinum verður sett í ein búskapargrunn til at hava at standa ímóti við, tá ið tíðirnar versna. Men grunnurin skal eisini brúkast sum eitt lið í strembanini eftir at gera okkara búskap sjálvbjargnan.
Hinvegin verða 80 prosent av avlopinum brúkt til at rinda skuld hjá landinum og eisini tað styrkir okkum búskaparliga, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.